Fáa ungar mammur í gongd aftur

Í næstum fer Alv undir nýtt arbeiðsskapandi tiltak fyri ungar mammur, sum eru steðgaðar upp á arbeiðsmarknaðinum.
40 ára gamla Krista Toftegaard úr Fuglafirði er mamma at fimm børnum, og hevur verið í Alv í eitt ár nú. – Nú elski eg lívið, tað gjørdi eg ikki, tá eg byrjaði her, sigur hon.

Tað er ein sannroynd at tað kann vera torført hjá ungum, ofta einligum, mammum at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tí eru tær eisini ein vandabólkur, sum ofta missir tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hetta vil leiðslan í Alv gera nakað við soleiðis at mammurnar koma í gongd aftur.

Byggja tær upp aftur
Edith Dahl er pedagogur og starvast á Alv. Hon og 40 ára gamla Krista Toftegaard Eyvindsson, sum er einlig mamma og hevur verið í Alv í eitt ár, hava lagt leiðina framvið Miðlahúsið í dag, fyri at greiða frá nýskapandi verkætlanini. Edith sigur soleiðis frá:
- Endamálið er at venja mammurnar at vera á arbeiðsmarknaðinum aftur, samstundis sum tær sleppa at arbeiða við sær sjálvum sum menniskju. Nógvar hava ikki verið úti í mong ár og hava kanska fingið nakrar vanar, sum ikki eru so hepnir á einum arbeiðsplássi. Í roynd og veru snýr tað seg um at byggja upp sjálvsálitið og sjálvsvirðingina, og ikki minst at geva teimum nakrar succesupplivingar, sigur Edith. Og Krista greiðir frá um fyrstu ferð hon kendi á sær, at dugur var í henni hóast alt.
- Eg gloymi ikki fyrstu ferð eg fekk eitt væleydnað úrslit burturúr tí, sum eg geri í Alv. Uppgávan var at gera ein grafiskan profil til ein frisør, sum eg hevði kundasamband við. Eg hevði gjørt tvey uppskot um visitkort, og kundin valdi tað, sum eg sjálv var mest nøgd við. Nakrar dagar seinni kom hon aftur og vildi hava meira tilfar frá mær. Tá var eg bara so stolt, at eg fleyg uppi undir loftinum restina av degnum, sigur Krista, og tær smílast báðar tvær, tí, jú, tað var ein góður dagur.

Mugu sjálvar vilja
Krista hevur verið brúkari av Alv í eitt ár nú og er um at vera til reiðar at fara út á veruliga arbeiðsmarknaðin. Hon fekk ikki tilboðið tí hon var einlig mamma, men tí at hon var steðga upp. Nú hava tey í Alv tó gjørt av at bjóða ungum mammum, sum eru steðgaðar upp, við. Ætlanin er at gera bólkar við fýra ella fimm mammum í hvørjum, so at tær kunnu stuðla hvør aðrari.
- Men tað er alneyðugt, at kvinnan sjálv hevur hug at koma víðari. Ongin kann noyða nakran til nakað, og tað er eitt hart stríð at arbeiða við sær sjálvum, sigur Edith Dahl, og Krista nikkar samd.

Hugdi eftir óruddinum
Seinastu árini hava verið rokalig hjá Kristu og børnum hennara. Eftir eitt baldrut hjúnalag er hon í dag einsamøll við tveimum børnum, meðan tey trý elstu búgva til fosturs.
- Alt, sum æt sjálvsálit og sjálvsvirðing, var burtur. Í dag dugi eg væl at síggja, at eg var steðga upp, millum annað tí at eg var depressiv. Tá eg hevði sent børnini avstað um morgunin, sat eg inni og hugdi eftir óruddinum, sum bara hopaði seg upp. Gjørdi onki við meg sjálva, var óð og beisk og stygdi fólk frá mær, sum royndu at hjálpa ella gjørdu vart við støðuna, sigur Krista.

Ein dagin tók hon eina stóra og týðandi avgerð, sum hon mangan hevur angrað, tá á hevur staðið: Krista bað barnaverndina um hjálp. Umframt nógv annað, fekk hon tilboð um sálarfrøðing, har hon gekk í eitt ár. Har arbeiddi hon miðvíst við sær sjálvari, og lærdi millum annað at seta fokus á tað, sum var viðkomandi, og at ikki altíð geva hinum skyldina. Tað var eisini barnaverndin sum skeyt upp, at Krista fór í Alv, so at hon kundi blíva arbeiðsfør aftur eftir 11 ár uttan fyri arbeiðsmarknaðin.

Seta sær mál
Hjá Alv verður fyrilit tikið fyri serligu støðuni hjá mammum. Bara tað, at tær ofta eru einsamallar við børnum, gevur nakrar praktiskar avbjóðingar viðvíkjandi møtitíðum, flutningi og ikki minst at peningaligu ráðini eru ikki so góð. Edith Dahl greiðir frá:
- Ein stórur partur av tilboðnum hjá Alv snýr seg um at menna sosialu førleikarnar hjá fólki, sum hava mist álitið á seg sjálvi. Tí arbeiða vit eisini miðvíst við at menna sjálvsvirðið, eitt nú við at fólk sjálvi velja sær nøkur sonevnd satsøki, sum tey arbeiða við at styrkja. Eisini læra tey at fokusera á, hvørjir veikleikar og hvørjar styrkir tey hava. Síðan kunnu tey seta sær ítøkilig mál at arbeiða við, og fáa nøkur amboð frá okkum.
Deildin, sum Edith og Krista umboða, eitur Margfald. Tað er ein grafiskur verkstaður, har uppgávurnar bæði eru smáar verkætlanir, sum eru bæði spennandi og avbjóðandi, men eisini keðiligt pakkiarbeiði.
Alv hevur samband við arbeiðsgevarar kring alt landið, og ætlanin er, at áðrenn kvinnurnar verða sleptar úr skipanini, hjálpir stovnurin teimum at fáa eitt rættiligt arbeiði úti í vinnuni. Kortini kundu tey hugsað sær, at tað vóru fleiri arbeiðsgevarar, sum bjóðaðu sær til at taka starvsfólk inn, sum hava verið í Alv.
- Tey hava nógvar ymsar førleikar og sterkan vilja til at gera sítt besta, sigur Edith.

Larmaði illa
Edith og Krista eru báðar samdar um, at Krista er ikki til at kenna aftur í dag í mun til fyri einum ári síðan, tá ið hon fyrstu ferð møtti upp í Alv.
- Eg var ógvuliga áleypandi, treisk og aggressiv, tá eg byrjaði í Alv. Ongin skuldi ráða yvir mær, og gud náði tann, sum segði, at eg skuldi gera eitthvørt ella hvussu tað skuldi gerast. Í dag dugi eg at síggja, at hetta var ein skjøldur, eg hevði byrgt meg innanfyri, tí sjálvsvirðingin var ongin. Eg tosaði hart og fylti nógv. Var von við larm, rok og órudd. Hetta hevur verið eitt av mínum arbeiðsmálum í Alv: at blíva stillari, mjúkari og meira avrundað, sigur Krista. Og hon fortelur um eina hending, sum hevði stóran týdning fyri hana.
- Elsti sonurin segði ein dagin: Mamma, tú ert blivin nógv fittari. Tá svaraði eg honum, at ja, mamma vil ikki vera ill og rópa, men vera fitt og góð.

Smálutir forða
Nógvar ungar og einligar mammur í Føroyum velja at stinga í sekkin og leita sær niður til Danmarkar á eitt sosialcentur, har leiguíbúð, bústaðatrygging, barnakekkur og frípláss standa teimum í boði.
Kortini eru nakrar, sum royna at hóra undan í Føroyum, og allar almannastovurnar í landinum kenna til mammur, sum fáa forsorgarhjálp.
- Tá vit á einum fundi við Almannastovuna í Havn greiddu frá um tiltakið, kundu tey beinanvegin vísa á fleiri mammur, sum eru steðgaðar upp á arbeiðsmarknaðinum, og sum ikki koma í gongd aftur, fáa tær ikki stuðul til tað, sigur Edith Dahl.
Hon vísir á, at tað ofta eru smálutir, sum gera av, at mammurnar ikki koma út á arbeiðsmarknaðin. Arbeiðstíðirnar og atkomumøguleikar skulu lagast til tørvin hjá familjuni. Ráðini eru ikki til bil, so arbeiðspláss og ansingartilboð skal vera tætt at heiminum, ella atkomulig við bussi. Og arbeiðstíðirnar skulu eisini hóska til upplatingartíðirnar hjá stovninum.

Stríðið er ikki av
Í dag er heimið hjá Kristu og teimum báðum smáu reint og ruddiligt, og hon ger nógv við at hugna um.
- Eg havi brúk fyri at koma upp um morgunin og avstað til arbeiðis. Eg fái orku av at vera til nyttu, og fái eg so nógv meira frá hondini, tá ið eg komi heim seinnapartin, sigur hon og brosar.
Krista veit, at stríðið er ikki av enn. Men hon er komin hagar, har hon spakuliga hevur endurvunnið trúnna á seg sjálva. Hon hevur fingið eitt netverk og hevur lært seg at biðja um hjálp, tá ið á stendur. Alv sleppur henni ikki, fyrr enn hon er til reiðar, og framyvir fer hon at hava ein kontaktpersón, sum kann traðka til, um eitthvørt er. Nú er túrurin komin til, at Krista fær álit á, at tørvur er á henni á arbeiðsmarknaðinum.
- Nú eri eg glað fyri at liva – tað var eg ikki, tá ið eg kom fyri einum ári síðani. Eg havi fingið nøkur góð amboð við mær frá Alv. Næsta málið verður at fáa eitt ordiligt starv. Og síðan at fáa tey trý elstu børnini heim aftur, sigur Krista álvarsliga.