Fáast við øll sløg av verkætlanarleiðslu

Endamálið hjá Føroysk Verkætlanarleiðsla er at virka fyri at menna støðið innan verkætlanarleiðslu í Føroyum.

Eftir seinasta aðalfund hjá Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL) skipaði nevndin seg við Kristjani Petursson sum formanni, Frankie Jensen sum næstformanni, Jeanette J. á Argjaboða sum skrivara, Jákupi Egil Jensen sum kassameistara og Herlufi Sørensen sum nevndarlimi.

 

Endamálið hjá FVL er at virka fyri at menna støðið innan verkætlanarleiðslu í Føroyum, og limirnir hjá felagnum fáast við øll sløg av verkætlanarleiðslu, eitt nú innan KT, bygging, trygging og ráðgeving av øllum slag.

 

- Felagið skipar fyri regluligum tiltøkum um verkætlanarleiðslu, samstundis sum kunnað verður um tiltøk uttanlands, sum limir felagsins kunnu luttaka í, sigur felagið, Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL), í tíðindaskrivi í kvøld.