Fáir fimleikavenjarar

Havnar Fimleikafelag tørvar venjarar til dreingjafimleikin

fimleikur

Fríggjadagin stóðu 2 dreingjalið hjá Havnar Fimleikafelag uttan venjara. Og hetta hóast nevndin hevur spurt rættiliga nógvar menn, um teir ikki kundu verða venjarar hjá hesum liðunum.
Talan er um 50 dreingir á liðinum dreingir 5 ár, 6 ár og 1. flokkur og á liðinum dreingir 5. flokkur og eldri. Ofta hevur tað verið trupult at fáa venjarar til dreingjaliðini, men hesuferð bar av. Eingin venjari var funnin tá fimleikaárið byrjaði 30. august. Og um eingin venjari verður funnin rættiliga skjótt, so sleppa hesir dreingirnir tíanverri ikki at gera fimleik í ár.
Og ikki er tað tí at dreingirnir ikki tíma at gera fimleik, tvørturímóti teimum dáma tað stak væl. Hetta vísir eisini støddin av liðunum; Aftur í ár eru øll dreingjaliðini fult teknaði. Og venjararnir, sum hava dreingjalið, dáma tað væl., og serliga tað at síggja teir somu koma ár eftir ár og at nýggjir leggjast afturat.
HF vónar at við hesum, at onkur er har úti, sum vil taka sær av hesum dreingjunum. Viðkomandi verður biðin um at venda sær til Anni Kyster Durhuus á tlf. 228892.