ÍF leitar eftir málmanni

Danski málmaðurin er steðgaður í felagnum og avloysari skal finnast.

Undan kappingarársbyrjan skrivaði ÍF undir sáttmála við danska málverjan, Oliver Korch. Hann skrivaði undir sáttmála fyri árið, men longu nú hevur danski málverjin valt at leggja kongin og fara aftur til heimlandið.

 

Tað váttar Jákup Mikkelsen, sum er annar av høvuðsvenjarunum hjá ÍF.

 

- Oliver kom til felagið, tí at hann ikki spældi har, sum hann var frammanundan. Vit eru tó nakað bilsnir av, at hann longu nú er farin úr felagnum, tí at vit høvdu skrivað sáttmála fyri alt kappingarárið. Vit vildu tó ikki seta okkum ímóti, tá ið hann ynskti at fara aftur til Danmarkar, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Nú ætlar Oliver Korch at finna sær felag í Danmark at spæla við.

 

Kappingarárið hjá Oliver Korch hevur verið merkt av skaðum, og tí stóð hann ikki í mál í meira enn 12 av 16 dystum í Effodeildini. Teir lokalu, Tóri T. Traðará og Hallgrím Gregersen, hava avloyst í hinum dystunum. Kortini er ætlanin, at ÍF skal finna nýggjan málmann.

 

- Vit leita eftir einum nýggjum málmanni, men vit vita onki ítøkiligt beint nú, sigur Jákup Mikkelsen at enda.

 

ÍF leggur til brots aftur í Effodeildini hin 24. juli, tá ið fuglfirðingar skulu vitja í Klaksvík ímóti KÍ. So er spurningurin, um ÍF hevur funnið nýggjan málmann tá.