Fólk mugu fáa hjálp til at fáa sær okkurt at búgva í

Løgtingsmaður hevur eina uppskrift upp á, hvussu tað verður lættari hjá fólki at fáa sær okkurt at búgva í

– Vit hava ein ógvuliga stóran trupulleika í Føroyum. Og tað er, at tað eru alt ov nógvar familjur, sum ikki fáa eitt virðiligt tak høvdið.

 

Tað staðfestir Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin, og hann heldur, at nú má samfelagið taka ábyrgd fyri at tryggja fólki tak yvir høvdið.

 

Hann heldur ikki, at tað er í ordan, at vit hava heilt og fult hava latið tað upp í hendurnar á bankunum at fíggja bústaðir til fólk. Bankar hugsa ikki sosialt, tí teir hava bara eittans endamál, og tað er at skapa so stóran vinning til partaeigararnar sum gjørligt. 

 

Sostatt hava vit fullkomiliga latið tað upp í hendurnar á privatu vinnuni at tjena pengar upp á at útvega fólki tak yvir høvdið, og tað er ikki rætt, heldur Bill Justinussen.

 

– Aðrastaðni tekur tað almenna sín part av ábyrgdini av at útvega fólki virðiligar bústaðir, men í Føroyum heldur samgongan, at ein virðiligur bústaður er ein fuktigur kjallari hjá onkrum øðrum, heldur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin turrisliga fyri.

 

Hann sigur, at tað eigur ikki bara ein spurningur um vinning at útvega fólki tak yvir høvdið. Tað er eisini ein samfelagsábyrgd, serliga tá ið yvirskotið hjá landskassanum er so stórt.

 

Tí fer Miðflokkurin nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna ein serligan sethúsabanka, sum skal fíggja bústaðir til tey, sum bankarnir venda í hurðini, og ikki vilja lata fígging. 

 

Sostatt skal hesin sethúsabankin átaka sær tann størsta váðan av at fíggja bústaðir til fólk. Tað merkir, at bankarnir fáa at kalla fulla trygd fyri sínum lánum, men so skal sehúsabankin veita tann síðsta partin av fíggingini, og sostatt taka tann størsta vágan á seg.

 

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað er ein spennandi tanki at stovna ein sethúsabanka og hann vónar at samgongan loftar tankanum.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi spyr, um tað ikki er ein betri máti at áleggja verandi bankum at vísa samfelagssinni og at fíggja sethúsalán, heldur enn at stovna ein almennan banka. Her hugsar løgtingskvinnan serliga um BankNordik, sum landið eigur triðingin av.

 

Bill Justinussen, heldur, at tað er vónleyst at áleggja BankNordik at vísa samfelagssinni, tí landskassin eigur bara ein triðing av bankanum, og hevur sostatt ikki ræðið á rakstrinum. 

 

– Hinvegin eiga privatir partaeigarar tveir triðingar av bankanum, og teir krevja at fáa vinning av síni íløgu. Tí ber ikki til at tvinga BankNordik at hava eitt almannagagnligt endamál á hesum øki, sigur Bill Justinussen.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at samgongan arbeiðir við einum bústaðarpakka, sum skal gera tað lættari at fáa tak yvir høvdið, serliga hjá fólki, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga. Hon vil kortini ikki siga nakað sum helst um, hvat er í pakkanum, men hann verður kunngjørdur beint eftir heystferiuna.