Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava nú skrivað undir samgonguskjal um at skipa meiriluta í Klaksvíkar býráð, har Karl Johansen úr Sambandsflokkinum verður borgarstjóri.
– Vit skulu ikki hava alla maktina, vit skulu hava ávirkan. Hana hava vit fingið eftir átta ár í andstøðu, sigur Atli S. Justinussen við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann sigur víðari, at orsøkin til at Tjóðveldi er við í samgonguni, hóast tað ikki var neyðugt fyri at fáa meiriluta, var at Tjóðveldi bað um at sleppa við, tá valúrslitið varð greitt í gjárkvøldið.
– Vit hava so viðgjørt hetta í dag og gjørdu av at senda boð eftir Anniku Biskopstø hjá Tjóðveldi.
Sum in.fo skrivaði fyrr í dag, so verður tað Karl Johansen, sýslumður, sum nú verður borgarstjóri. Hann er einsamall umboðið hjá Sambandsflokkinum í býráðnum í Klaksvík. Flokkurin hevur bara eitt umboð, fekk 320 atkvøður, sum svarar tkl 9,2 prosent av atkvøðunum.
Fólkaflokkurin fekk til samanberingar fimm býráðslimir, 1.276 atkvøður og 36,7 prosent av atkvøðunum.