Fólkaflokkurin lagt seg uppat Sjálvstýrislógini

-At framstandandi fólkafloksmenn sum bæði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og Anfinn Kallsberg, løgmaður nú leggja seg upp at Sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum boðar frá góðum, og at tað er møguleiki at skipa fyri einum sterkum samarbeiði rundan um ein sjálvstýrispolitikk eftir valið.


Sjálvstýristilgongd


-Uppskotið hjá Bjarna Djurholm um eina samveldisskipan millum Føroyar og Danmark er einki minni enn Sjálvstýrislógin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram. Hetta uppskot er nærum ein beinleiðis avskrift av Sjálvstýrislógini sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í eini viðmerking til útmeldingina, sum landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum hevur spælt út við í fjølmiðlunum í vikuni.

-Fólkaflokkurin tosar her um eina samveldisskipan, meðan vit í Javnaðarflokkinum tosa um ein samveldissáttmála. Her er eingin munur. Talan er um eitt og sama mál.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað frøðir hann sum javnaðarmann at síggja, at framstandandi fólkafloksmaður tekur so heilt og fult undir við Sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum. Hann er tað tann fyrsti uttan fyri Javnaðarflokkin, sum meldar so greitt út, at hann tekur undir við Sjálvstýrislógini.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at stórur partur av innihaldinum í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm nemur við júst somu spurningar sum Sjálvstýrislógin. Eitt nú at Føroya Løgting er tann myndugleiki, sum skal gera av nær og hvørji mál man yvirtekur, og at tað so eru nøkur mál sum man er felags um.

-Sjálvstýrislógin byggir á, at tað er Føroya Løgting, sum er hægsti myndugleiki, og at tann myndugleikin ikki kann kallast aftur. Tað er tað, sum Nyrup nevndi fyri ?uigenkaldelighed?. Tað er rættiliga prinsipielt fyri Javnaðarflokkin, at løgtingið ikki kann setast til síðis av nøkrum myndugleika. Og hetta er tað sama, sum Bjarni Djurholm nú nemur við.

Í uppskoti sínum nevnir Bjarni Djurholm eisini, at føroyingar skulu átaka sær ein nógv størri leiklut í uttanríkismálum.

-Tað hava vit eisini tikið hædd fyri í Sjálvstýrislógini, og er hetta eisini nakað, sum Nyrup gav til kennar í eini av sínum røðum, har hann segði, at føroyingar áttu at gera seg meira sjónligar á tí uttanríkispolitiska økinum sigur formaður Javnaðarfloksins og heldur fram:

-Til seinast sigur Bjarni Djurholm, at hesin sáttmálin skal fráboðast altjóða samfelagnum. Og tað júst tað sama, sum vit hava sagt: at hann skal staðfestast í eini fráboðan til ST, soleiðis at báðir til eina og hvørja tíð vilja virða hann. Hetta er nakað tað sama, sum bæði Nyrup og Fogh hava sagt.

Jóannes Eidesgaard er eisini sera feginn um viðmerkingarnar frá løgmanni í hesum máli: -Tá løgmaður tekur til orðanna og sigur, at tað Bjarni Djurholm skjýtur upp er í tráð við fólkaflokspolitikk, so dugi eg ikki at síggja munin. Tá hevur Fólkaflokkurin fullkomiliga lagt seg upp at Sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum. Tað skuldi so boða frá, at tað er møguleiki fyri at skipa fyri einumsterkum samarbeiði rundan um ein sjálvstýrispolitikk eftir valið.

-At bæði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og Anfinn Kallsberg, løgmaður nú kasta seg yvir Sjálvstýrislógina og konseptið hjá Javnaðarflokkinum boðar frá góðum, og tað sum onkur hevur kallað fyri grenj og jamran í fýra ár, hevur nú eftir øllum at døma borið frukt, tí aðrir nú ganga inn fyri tí sama, og sum er einasti møguleiki fyri at fáa eina breiða semju og sum hevur undirtøku í tí føroyska fólkinum.

Jóannes Eidesgaard heldur annars fyri, at tað, sum Javnaðarflokkurin mælir til í síni Sjálvstýrislóg, er munandi meira á sjálvstýrisleið enn tað, sum Tjóðveldisflokkurin heldur fast um, nevniliga Heimastýrislógina. -Hon hevur so hatta ivamálið um delegatiónina, og tað er nakað, sum Sjálvstýrislógin ruddar av vegnum, tí myndugleikin hjá løgtinginum ikki kann kallast aftur sigur Jóannes Eidesgaard og vísir her m.a. til, at vitjanin og útmeldingin frá Anders Fogh Rasmusen, forsætirsráðharra ikki leggur ein smástein fyri, at Sjálvstýrislógin kann gerast til veruleika.

-Tá tú nú heldur Sjálvstýrislógina verða so upplagda, hví hava tit tá ikki gjørt meira fyri at kunna fólk um innihaldið í hesi lóg?

-Tað er so ein kritikkur, sum vit mugu taka til okkum og gera nakað við. Vit hava helst verið alt ov upptiknir av at gera viðmerkingar til tað, sum landsstýrið er komið við heldur enn at vísa á okkara egna. Og tað er nettupp tað vit fara at brúka valstríðið til.