John Johannessen
www.john.fo
Okkum tørvar eina nýggja byrjan. Alt ov ofta uppliva vit, at tað ikki ber til at røkja føroysk áhugamál úti í heimi, tí danir hava nakrar stirvnar løgfrøðiligar tulkingar av donsku grundlógini.
Hetta er vorðin ein forðing fyri føroyska samfelagið í alheimsgerðini. Og vandi er enntá fyri, at føroyski avgerðarrætturin verður smalkaður enn meira, nú danir leggja alsamt meira av uttanríkispolitikkinum til ES at umsita.
Tí er neyðugt, at vit taka spurningin um uttanríkispolitiska virkisføri okkara til gjølliga viðgerð. Vit kunnu ikki bara sova víðari og lata sum, at uttanríkispolitiska heimildarlógin er tann stóra bjargingin. Tí tað er hon ikki.
Frælsur felagsskapur
Ongin ivi er um, at tað framhaldandi ber til at hava eitt gott og gevandi samstarv við danir. Men neyðugt er, at partarnir í samstarvinum gerast javnari enn teir eru í dag. Yvirtøkulógin er eitt gott amboð fyri einum javnari samstarvi. Men enn tørvar okkum uttanríkispolitiskt virkisføri og harvið eisini møguleika fyri betri marknaðaratgongd.
Tí eiga vit at endurnýggja okkara samstarv, soleiðis at samstarvið ikki gerst ein spennitroyggja, sum forðar okkara menning og luttøku í altjóða samfelagnum, men tvørturímóti gevur okkum vakstrarmøguleikar. Til hetta krevst politisk nýhugsan og ikki minst politiskt dirvi.
Mítt tilmæli er, at vit seta ein bólk av politikarum og embætisfólkum úr bæði Føroyum og Danmark at greina hesi viðurskifti og virka fyri, at vit fáa ein nýggjan frælsan felagsskap, ið uppfyllir hesar treytir:
• At Føroyar fáa standandi heimildir at samráðast við onnur lond og gera sáttmálar við tey.
• Karmurin um samstarvi millum Føroyar og Danmark verður ein sáttmáli, har valdsbýtið millum partarnar er ásett. Hesin sáttmáli verður fráboðaður ST, og verður harvið tryggjaður í altjóðarætti.
• At vit fáa nýggjan sáttmála, sum kemur í staðin fyri heimastýrislógina, sum fer úr gildi.
• Sáttmálin skal tryggja, at Føroya Løgting og landsstýri verða hægsti myndugleiki og evsta vald í øllum málum, sum eru undir føroyskum málsræði.
• Tann danska grundlógin verður ikki longur galdandi í Føroyum. Men Føroyar og Danmark eru tó enn saman gjøgnum eitt tætt samstarv, sum tó nú byggir á eitt javnari grundarlag gjøgnum Frælsa Felagsskapin.
Samsvar við sjálvstýrislóg
Alt hetta er í fullum samsvari við uppskotið um nýggja Sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkurin longu fyri tíggju árum síðani samtykti at virka fyri. Tá staðfesti landsfundur Javnaðarfloksins:
” At vit áseta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í einum sjálvstýrissáttmála sum ein politiskan sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum felagsskapi - ríkisfelagsskapi, samveldi ella frælsum felagsskapi.”
Samtyktir Javnaðarfloksins á hesum øki kunnu lesast inni á heimasíðuni www.john.fo við at klikkja á ”grundsjónarmið Javnaðarfloksins” og síðani á ”yvirlýsingar”. Hetta var tað, ið tann veruligi Javnaðarflokkurin ynskti at virka fyri, og tað ætli eg mær at fullføra – ikki gjøgnum konfrontatiónskósina, heldur ikki við at vera púra óvirkin, men við virkisfýsni og í góðum samstarvi við danir.