ÍF minnist aftur á góðu ólavsøkuna

Tað eru átta ár síðani, at fuglfirðingar síðst vunnu stig á útivølli ímóti B36

B36 verður roknað at vera stórur favorittur, tá ið ÍF seinnapartin verður gestur á Tórsvølli.

Tølini siga, at tað eru átta ár síðani, at fuglfirðingar fóru úr Gundadali við úrtøku. Tað var ólavsøkuaftan í 2013, at ÍF vann 2-1. Síðani hevur B36 vunnið allar níggju dystirnar við samantalda málmuninum 34-6.

Eingin av teimum, sum nú eru við til at manna B36 liðið, vóru við í 2013, tá ið B36 endaði á triðja plássi, og ÍF vann silvurkrónurnar.

Tveir ÍF spælarar, sum vóru við í 2013, eru framvegis á liðnum hjá fuglfirðingum. Teir eru Jan Ó. Ellingsgaard og Bogi Reinert Petersen, sum skoraði sigursmálið í ólavsøkudystinum í 2013.

Í trimum teimum fyrstu umførunum vann ÍF sjey stig. Síðani hevur ÍF tapt fýra ferðir á rað við málmuninum 3-16. Serliga meint kendist 3-1 tapið á Svangaskarði mikukvøldið at vera. Tá vardi Martin Danielsen málið, meðan Jákup Nolsøe Olsen var á beinkinum.

Mikukvøldið vann B36 4-0 í Trongisvági. Tá var miðverjin Lars Enevoldsen, sum annars hevur verið fastur maður, á beinkinum alla tíðina, tí hann er skaðadarvaður.