Av tí at meistaradeildin hjá kvinnum ikki er fullmannað vóru Fleyrkvinnurnar ikki til »arbeiðis« seinasta vikuskiftið tá restin av kappingini annars byrjaði.
Tær høvdu frí, og byrjaðu ikki kappingarári fyrr enn sunnudagin, tá tær tóku móti ÍF.
Nýtt lið
Og tað var við ikki sørt av spenningi, at Fleyrkvinnurnar fóru á vøllin, tí talan er í roynd og veru um eitt heilt nýtt lið. Fleiri av teimum, sum í fjør vóru fastir fúsur á liðnum eru givnar, men í teirra stað eru komnir nýggir ungir leikarar.
Flestu hava kortini roynt meistaradeildarflogbólt áður, og tí byrjað tær ikki púra á berum.
Sum vera mann skal eitt broytt lið hava stundir at spæla seg saman, og um tað var tað sum gjørdi tað er óvist, tí tað var ÍF, sum byrjaði best í Gundadali sunnudagin.
Tær løgdu hart út og trýstu Fleyr frá byrjan, og tær megnaðu eisini at koma so mikið frá Fleyr, at havnagenturnar ikki fingu fatu á teimum aftur.
Helen á Lakjuni er ein einsatandandi góður flogbóltsleikari og roynist ÍF sera drúgv.
Saman við Randi Larsen er Helen berandi tann berandi parturin av ÍF liðnum.
Fara uttan iva
at fáa fleiri stig
Fyrsta setti fóru fuglfirðingar avstað við, og úrslitið gjørdist 21-18.
Í øðrum setti gjørdi Fleyr bart. Tær skuldu, um tær ikki skuldu vera aftanfyri við hálvleik vinna annað sett, og tað var júst tað tær gjørdu.
Ikki var tað lætt, tí ÍF kvinnurnar fylgdu væl við í øðrum setti, og gjørdu sítt ítarsta fyri at forða Fleyr at vinna.
Kortini gjørdust tær ov stuttar, og setti endaði við 21-19 sigri til Fleyr.
Í tie-brekaranum aftaná var Fleyr av sonnum vakna úr dvala og áðrenn ÍF vardi vóru tær aftanfyri 6-0. Fyrri hálvleikur var nú avgjørdur til fyrimuns fyri Fleyr.
Settu ferð á
Tá farið varð undir annan hálvleik var Fleyrliðið sum hamskift.
Tær høvdu avgjørt, at ÍF ikki skuldi endurtaka bragdið frá fyrra hálvleiki, og tær koyrdu á motorin frá byrjan.
Teresa Fjalsbak byrjaði at serva í triðja setti, og tá hon gavst var støðan 13-0 til Fleyr!
Við hesari servirøðini hjá Teresu var settið í grundini avgjørt og restin var ein avgreiðsluspurningur.
Seinasta setti endaði eisini við sigri til Fleyr, sum sostatt vann dystin móti ÍF 2-0, men tó ikki uttan at berjast.
At ÍF nú hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar merkir ikki, at tær verða »prügelknäpe« í meistaradeildini hjá kvinnum av sær sjálvum.
Tær hava spælt móti Drátti og móti Fleyr, og hóast tap, hava tær víst, at dugur er í teimum. Tær hava vunnið sett í báðum dystunum, og í fyrsta dystinum var um reppið, at tær koppaðu vágagentunum.