Fínasta slag við slíkum staði fyri ungdómin

Virkishúsið fyri ung í Klaksvík er komið so mikið væl áleiðis, at tað fer at lata upp um tvær vikur.
Líkt er til, at ungdóminum í býnum dámar húsið væl og ætlar at gera brúk av tí.

Klaksvík:  Jú, eg vænti at vit fara at koma ein túr forbí soleiðis av og á.
Tveir 15 ára gamlir klaksvíkingar eru staddir beint uttanfyri nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum.
Teir hava hoyrt, at tað henda stórar broytingar inni í húsinum. Men sjálvir hava teir ikki verið her áður.
Innkomnir síggja teir, at innrættingini líður væl. At teir sterku litirnir eru komnir upp á veggin, og at fleiri av elektronisku tólunum hava funnið sítt pláss.
Í niðaru hæddini er eitt stórt felagsrúm og nøkur smærri rúm, og í miðhæddini eru bara smærri rúm, sum kunnu nýtast til mangt og hvat.
Enn er nakað av arbeiði eftir at gera, men kortini ikki meiri enn so, at tá hesin mánaðurin er hálvrunnin er ætlanin at lata ungdómshúsið upp.
 Jú, hetta sær ordiliga gott út. Fínasta slag, eru teir báðir - Rógvi Dragaberg og Sigurð Joensen  samdir um.

Vitja av og á
Hóast arbeitt hevur verið við hesum Virkishúsinum í eina tíð, so hava teir báðir, Rógvi og Sigurð ikki hoyrt so nógv um tað.
 Vit hava hoyrt eitt sindur um tað frá onkrum, og vit hava lisið okkurt smávegis um tað, siga teir.
Teir eru kortini vitandi um nakað av tí, sum fer at sermerkja hetta Virkisshúsið. Ætlanin er nevniliga, at hetta skal verða eitt stað, har tað skal vera bæði stuttligt at koma og har ein hevur møguleika at læra ymiskt.
Og teir ætla sær eisini at gera nýtslu av hesum húsinum:
 Vit fara at koma inn her soleiðis av og á fyri at hugna okkum og fyri at hitta onnur fólk.
 Jú, tað er í fínasta lagi við hesum Virkishúsinum.
Ætlaða Virkishúsið skal verða eitt stað fyri ungdómin, har tey kunnu koma saman til ymisk tiltøk sum verða fyriskipað, og sum tey ungu sjálvi taka stig til.

Sleisa
Rógvi og Sigurð ganga til dagligt í 9. flokki, og eru so upptiknir við tí ein part av degnum.
Í frítíðini finna teir uppá ymiskt  teir spæla eitt ávíst væl umtókt kortspæl, teir hyggja eftir filmum og so dámar teimum eisini væl at telva  serliga Rógva, sum er virkin telvari.
 Annars so sleisa vit bara runt í býnum, siga teir.
Óhugsandi er tí ikki, at telvingin verður ein partur av virkseminum í húsinum.



Bíða eftir rætta navninum
Herfyri varð lýst út ein kapping um at finna eitt hóskandi navn til nýggja Virkishúsið fyri ung í Klaksvík.
Tá freistin var úti var ikki mett at nøvnini vóru nøktandi, og tí er einki avgjørt í hesum máli enn.
 Vit hava faktiskt ikki sett nakra tíðarfreist á. Vit bíða bara, til onkur kemur við rætta navninum, sigur leiðarin á Virkishúsinum, Beinta Árnadóttir Gregersen við Sosialin.