Fípan Fagra er fyrsti FM vinnarin

Barnaróður dreingir: Dúgvan úr Sørvági var næstfremst á vestanstevnu í Sørvági

Tað eru góð líkindini at rógva kapp í Sørvági, har tað í dag er vestanstevna.

Fyrsti kappróðurin var millum dreingir í barnaróðrinum.

Har gekk tað, sum tað hevur gjørt allar tær fimm undanfarnu ferðirnar.

Fípan Fagra úr Klaksvík var fyrst á mál. Fípan Fagra hevur fult stigatal, og óføru dreingirnir úr Klaksvík hava vunnið FM longu, áðrenn teir fara á ólavsøku.

Í dag vóru teir sjey sekund ella meiri enn tvær bátslongdir undan fremsta avbjóðaranum, sum í dag var Dúgvan úr Sørvági. Dúgvan vann kappingina um næstfremsta plássið við Knúk úr Eysturkommunu. Knúkur er næstfremstur í FM kappingini. Tað eru ellivu stig frá Knúki og fram til Fípuna Føgru, sum tað tískil ikki ber til at røkka, hvørki hjá Knúki ella nøkrum øðrum báti.

 

1 Fípan Fagra 2:32.14

2 Dúgvan 2:39.09

3 Knúkur 2:41.02

4 Spógvin 2:42.15

5 Ingibjørg 2:44.20

6 Pílur 2:45.37

7 Falkur 2:46.04

8 Firildur 2:46.07

9 Nísan 2:53.25

 

10 Royndin Fríða 3:00.29

 

FM

1 Fípan Fagra 42

2 Knúkur 31

3 Fiskurin 25

4 Dúgvan 23