Tað eru góð líkindi at rógva kapp í Hvalvík, har barnaróðrarnir eru avgreiddir, og har teir nú eru við at leggja 5-mannaførini við dreingjum. Fyrr í dag hevur tað verið púra stilt. Nú er eitt lítil lot, men tað bilar neyvan nakað. Tað er turt, sólin hevur hug at kaga undan, og tað er hiti í luftini.
Í Klaksvík vóru trupulleikar við barnaróðrinum hjá dreingjum, sum bóru við sær, at ongar vinnaratíðir vóru skrásettar, og eingi stig vórðu givin. Í dag vóru tað Beinta, Jomfrúgvin, Junkarin og Ternan, sum kappaðust. Serliga vóru tað Beinta, Jomfrúgvin og Junkarin, sum kappaðust um sigurin, og hann vunnu dreingirnir á Beintu úr Miðvági. Teir vóru tað mesta av einari bátslongd frammanfyri hinar báðar næstu.
Í Klaksvík vann Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag barnaróðurin millum gentur í tættari kapping við Fípuna Føgru úr Klaksvík. Í dag var kappingin sera tøtt millum fýra bátar. Fyrstur á mál var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum var eitt sekund undan Spógvanum av Glyvrum, ið aftur var eitt sekund frammanfyri Teistan av Argjum. Frá Teistanum og aftur til Títling var eitt sekund.
Barnaróður dreingir
1 Beinta 02:47.06
2 Jomfrúgvin 02:48.10
3 Junkarin 02:50.15
4 Ternan 03:11.13
Støðan
1 Beinta 7
2 Jomfrúgvin 6
3 Junkarin 5
4 Ternan 4
Barnaróður gentur
1 Fípan Fagra 02:47.20
2 Spógvin 02:48.23
3 Jallurin 02:49.22
4 Títlingur 02:50.15
5 Firvaldur 02:54.03
6 Hulda 02:57.04
7 Beinta 02:58.07
8 Pílur 03:02.03
9 Falkur 03:11.16
Støðan
1 Fípan Fagra 13
2 Títlingur 11
3 Spógvin 10
4 Jallurin 10
5 Firvaldur 6
6 Hulda 4
7 Beinta 1
8 Falkur 1
9 Pílur 0