Í dag kemur nýggja danska skaldsøgan Færøblues eftir Lisbeth Nebelong út í Føroyum. Bókin verður løgd fram í Sjónleikarhúsinum í dag kl. 16. Færøblues ? drengen med celloen er onnur skaldsøgan hjá Lisbeth Nebelong, og onnur skaldsøgan hjá danska rithøvundanum, íð fer fram í Føroyum.
Fyrsta fagurbókmentaliga verk Lisbeths var Når engle spiller Mozart (2003). Færøblues er sjálvstøðugt verk, men er samstundis onnur bókin í einum ætlaðum tríbindsverki um lívið í Norðuratlantshavinum og hvussu donsk og føroysk mentan renna saman.
Nýggja skaldsøgan snýr seg um nítjan ára gamla Kára, sum flytir úr Føroyum, og í februar 2000 kemur heimaftur at spæla cello á eini konsert í Norðurlandahúsinum 25 ár seinni.
Eins og Kári búði Lisbeth Nebelong í Havn sum barn og ung í árunum 1965-67 og 1973-74 og hevur síðani vitjað í Føroyum óteljandi ferðir sum rithøvundur, journalistur, skeiðsleiðari og fyrilestrahaldari.
Ein partur av undankanningini til Færøblues gekk fyri seg umborð á trolaranum Bresti, har Lisbeth í trettan dagar fylgdi lívinum umborð, og hon fylgdi eisini symfoniorkestrinum í sambandi við framførsluna av Mozarts rekviem mai 2005 í Norðurlandahúsinum og á Toftum.
Til framløguna í Sjónleikarhúsinum í dag spæla Martin Restorff Jacobsen og Tóri Restorff Jacobsen. Steen Piper, stjóri á forlagnum Hovedland, greiðir frá. Lisbeth Nebelong tosar um bókina og hon lesur eitt brot upp, og handar Heðini Mortensen borgarstjóra eitt eintak. Bókin kemur út í Danmark í januar 2008.