Fýra Formuladystir í dag

17. umfar í Formula deildini er á skránni í dag og í morgin.

Í dag eru fýra dystir á skránni. Fyrsta bríkslið í teimum øllum verður klokkan 15:

 

B36?HB: Petur Reinert

Víkingur?B71: Páll Augustinusen

EB/Streymur?Skála: Lars Müller

NSÍ-KÍ: Ransin Djurhuus

 

Veðurvánirnar eru einki serligar. Seinnapartin verður sagt frá sama veðri, sum tað hevur verið fyrrapartin: hvassur vindur av eystri og landnyrðingi, skýggjað veður og regn. Hitin verður millum 9 og 12 stig.

 

Mánakvøldið fer ÍF at fáa vitjan av B68. Tað verður Dagfinn Olsen, sum verður 23. maður á vøllinum.

 

Støðan í Formuladeildini undan 17. leikumfari:

 

1. EB/Streymur 35

2. B36 27

3. NSÍ 27

4. HB 26

5. Víkingur 25

6. ÍF 20

7. KÍ 17

8. B68 17

9. B71 14

10. Skála 14