FÓTBÓLTUR
Piatra Neamt, Rumenia: 22 mans hevur Brian Kerr, landsliðsvenjari, við á túrinum til Frankaríkis og Rumenia. Reglurnar loyva bara 18 spælarum á dómaraseðilin. Leygarkvøldið var hetta eingin trupulleiki, tí tá vóru fýra mans leikbannaðir. Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen, Jákup á Borg og Einar Hansen noyddust allir at sita uttanfyri, og tískil gav tað seg sjálvt, hvørji nøvn skuldu á dómaraseðilin tá.
Í kvøld er øðrvísi. Áðurnevndu fýra mans eru tøkir aftur. Harumframt eru hinir 18 allir førir fyri at spæla, og tað gevur Brian Kerr eitt slag av luksustrupulleika, tá hann skal seta liðið og velja sjey mans at hava á bonkinum.
Andy og Brian út
Samstundis skulu fýra mans eisini hava boð um, at teir als ikki skulu gera sær vónir um at koma á vøllin, tí teir ikki standa á dómaraseðlinum. Hvørjir hesir er trupult at siga, men onkrir eru meira upplagdir enn aðrir at sálda frá.
Meinhardt Joensen, Bartal Eliasen, Andy Olsen og Anbjørn Hansen sótu allir á bonkinum leygarkvøldið, uttan at sleppa upp í part. Andreas Lava Olsen, Jónas Þór Næs og Brian Olsen byrjaðu eisini allir á beinkinum, men fingu sína løtu á vøllinum.
Tað er ikki óhugsandi, at Brian Olsen verður ein teirra, ið verður sáldaður frá. Tað sama er galdandi fyri Andy Olsen. Brian er skrásettur fyri tveir landsdystir, men tilsamans er ikki talan um nógvar minuttir, hann hevur fingið. Andy Olsen hevur hinvegin als ikki spælt, og við royndum kreftum aftur á akkurát hansara plássið, er lítið hugsandi, at hann skal sleppa upp í part.
Ein miðverji og ein miðvallari út
Hvørjir hinir báðir vera, sum skulu vrakast, er verri at meta um. Á miðvøllinum er tó yvirflóð av leikarum við tað, at Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen og Jákup á Borg eru aftur, og tí verður helst talan um ein miðvallarleikara, sum skal veljast frá.
Hyggja vit at føroyska liðnum leygarkvøldið, so var Jann Ingi Petersen ein teirra, ið stóð veikastur í myndini. Tískil er ikki óhugsandi, at hann verður koyrdur heilt út úr hópinum. Atli Danielsen var heldur ikki serliga sannførandi, men hann hevur tann fyrimunin framum Jann Inga Petersen, at hann kann brúkast á fleiri plássum.
Tað er heldur ikki óhugsandi, at Brian Kerr velur at seta ein miðverja uttanfyri. Hetta tí, at hann neyvan fer at hava fleiri verjuleikarar á bonkinum. Við tað, at Johan Troest Davidsen kann spæla í miðverjuni, um tað verður brúk fyri útskifting har undir dystinum, verður tað helst Bartal Eliasen ella Egil á Bø, sum má sita millum áskoðararnar.