Fýra umhvørvisfelagsskapir gera felags álop á Føroyar

- Í einari nýggjari og ómetaliga manipulerandi frágreiðing, ið var umrødd á kjakfundi í Europaparlamentinum gjárskvøldið, verða Føroyar, Grønland og Danmark úthongd sum illavorðin lond, ið skulu trýstast, so grindadráp og stórhvalaveiða heldur uppat.

Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingslimur, nú ikki færri enn fýra altjóða umhvørvisfelagsskapi hava almannakunngjørt frágreiðingina "Breaking Ranks", beint undan fundinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC.

Talan er um umhvørvisfelagsskapirnir Pro Wildlife, Environmental Investigation Agency (EIA), Whale and Dolphin Conservation Society (WDCS), og Humane Society International (HSI).

- Hetta er ein nýggj, ódámlig herferð, og Føroyar eru uppi ímóti sterkum kreftum, leggur hann afturat.

Hann staðfestir, at frágreiðingin lýsir Føroyar sum eitt illavorðið lítið land, ið elvir til stríð í Altjóða Hvalaveiðunevndini.

Rithøvundarnir halda, at Føroyar saman við Grønlandi seta kílar millum Danmark og hini ES-londini.

Frágreiðingin er eisini ein roynd at máa støðið undan leiklutinum og trúvirðinum hjá Danmark sum ES-land og ES-formansland.

- Ferð eftir ferð fær Danmark av at vita, tí landið tekur áhugamál hjá Føroyum og Grønlandi fram um ES-áhugamál.

- Hetta er eitt skúladømi um manipulatión á altjóða støði, tí bæði í formi og innihaldi letst frágreiðingin at vera væl undirbygd og fyri ein part vísindalig, sigur Edmund Joensen.

Teir fýra altjóða umhvørvisfelagsskapirnir eru ónøgdir við, at Danmark ikki syrgir fyri, at Føroyar verða fevndar av teirri sonevndu CITES-konventiónini.

Hon bannar øllum handli við kjøti frá hóttum djórasløgum, herundir tvøst og spik av stórhvali. Felagsskapirnir pástanda, at 23 tons av stórhvalatvøsti og spiki eru flutt til Føroya úr Noreg og Íslandi í 2003-2011.

- Tað er burturvið, at útlendskir felagsskapir siga, hvørjar sáttmálar Føroyar skulu fevnast av.

- Hetta svarar til, at Grindamannafelagið sigur, hvørjar reglur skulu galda fyri viðferð av krýatúrum í Bretlandi.

- Hetta er enn eitt prógv um ódámliga arbeiðsháttin hjá altjóða umhvørvisfelagsskapum ímóti okkum, ið gagnnýta tilfeingi í havinum, sigur Edmund Joensen.

Hann heldur, at landsstýrið eigur ongantíð ov skjótt at koma við einum mótspæli til ódámligu herferðina

Hann sigur, at "Breaking Ranks” var høvuðsevnið á einum kjakfundi í Europaparlamentinum í Brússel gjárskvøldið.

Annar av fyriskiparunum var Margrethe Auken, ES-parlamentslimur fyri Socialistisk Folkeparti (SF), ið m.a. er kend fyri at vera virkin í umhvørvisrørsluni.

Tann 12. juni verður afturlatið samráð við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatingsins. Tá skal samráðingarlinjan hjá donsku stjórnini til ársfundin í IWC í juli umrøðast, og samráðingarmandat skal latast stjórnini.

Frágreiðingin kann lesast her: issuu.com/eia1984/docs/breaking_ranks

Hoyr Edmund Joensen tosa um málið her: