Fýra umsóknir til Leirar

Nú bendir alt á, at nýggjur prestur skjótt flytur inn í prestagarðin í Leirum í Hvalba.

Seinast, starvið varð lýst leyst, kom bara ein umsókn inn. Starvið var so lýst leyst av nýggum í summar, og hesa ferð eru komnar fýra umsóknir inn.

Allir fýra umsøkjararnir eru skikkaðir, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Hann fær ikki sagt, at umsøkjararnir eru føroyingar ella útlendingar, men eingin prestur í embæti í Føroyum er millum umsøkjararnar.

Um tríggjar vikur fer Føroya Stiftsstjórn undir málsviðgerðina, og tá ætlar Jógvan Fríðriksson sær suður at tosa við kirkjuráðini.

Oftast verða tveir umsøkjarar tiknir burturúr til samtalu og at royndarprædika, men vilja kirkjuráðini hoyra allar umsøkjararnar, verður tað so.

Einaferð í adventini verður navnið á tí komandi sóknarprestinum kunngjørt, og ætlanin er, at hann ella hon skal taka við starvinum 1. februar næsta ár.