Førir landsstýrið okkum úr einum ríkisfelagsskapi inn í ein annan

Jenis av Rana

løgtingsmaður fyri Miðflokkin

 

Vit kundu eisini orða yvirskriftina soleiðis: meðan landsstýrið stig fyri stig sigur seg ætla at tøma núverandi heimastýrislóg, so bera teir uppskot fyri uppskot í løgtingið til eina nýggja samveldislóg!

Á løgtingi eru í dag til viðgerðar uppskot, sum í stuttum hava við tilknýti Føroya at sokallaða Schengen samstarvinum at gera. Byrjanin til hetta samstarvið var í býnum Schengen, ein lítil býur í Luxemburg, longu í 1985, og endamálið tá, sum nú, var at skapa ótarnað ferðafrælsi fyri fólk, fæ, vørur og tænastur millum hesi lond. Men fyri at slíkt frælsi, at fara um landamørk, ikki skuldi raka trygd landanna, varð neyðugt við nágreiniligum fyriskipanum um hvussu farast skuldi at, bæði við innaru mørkini- millum ES lond- og við ytru mørkini til tey lond, sum ikki eru við í Schengen samstarvinum.

Úrslitið av hesum fyriskipanum gjørdist Schengen sáttmálin, og Føroya landsstýri roynir í dag at sannføra løgtingsmenn um, at neyðugt er: at seta hesa Schengen skipan í gildi í Føroyum.

Er endaliga ætlan landsstýrisflokkanna at føra okkum úr núverðandi ríkisfelagsskapinum, fyri síðani at føra okkum inn í ein ein annan samveldisfelagsskap? Slík ætlan tykist alt meira koma til sjóndar, nú eitt lógaruppskot frá E.S. fyri og annað eftir verður borið løgtinginum til ætlaða viðtøku.

Frá byrjanini av í hesum valskeiði hevur Miðflokkurin virt rætt landsstýrisflokkanna at kanna viðurskiftini viðvíkjandi framtíðarstøðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Hesir flokkar søgdu undan seinasta valið greitt frá ætlanum sínum, og Føroya fólk valdu teir í einum lutfalli, sum gjørdi teir førar fyri at mynda eitt landsstýri at fremja hesa ætlan, og hetta val veljaranna hava vit virt.

Vit hava higartil mett ætlanir teirra ærligar at vera, til løgtingið í fjør, í bráskundi varð biðið um at samtykkja lóg, sum vísir seg at vera fyrsta av mongum, sum stig fyri stig tengja okkum so at E.S., at beinleiðis limaskapur verður endaliga úrslitið. Sjón gongur fyri søgn, at meðan meðan tosað verður um frælsi frá núverðandi ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, verða bond bundin til E.S., sum førða okkum inn í eitt ófrælsi og ódemokrati, sum eingin okkara í villasta ørsku kann ímynda sær!

Uttan at skipa fyri einum kjaki, einum almennum og politiskum orðaskifti, ella við fólkaatkvøðu at geva tí fólki tað rakar møguleika at gera hetta av, verða vit sum fólk og tjóð førd tættari hesum ódemokratiska felagsskap teirra ríku. Meðan tosað verður um frælsi frá Danmark, verða vit leidd inn í ein felagsskap, har orðið frælsi er eins ókent og orðið fólkaræði.


ES tykist seta dagskrá landsstýrissins!

Í dag verða sum sagt tvær lógir viðgjørdar á løgtingi, og væntandi í morgin, sum ein annan dag, kemur tann næsta- dýrasjúkulógin kallað, sum eina og áleina verður gjørd, tí E.S. krevur tað ? her og nú. Greið boð úr landsstýrinum, hon skal verða samtykt áðrenn 1. februar., t.v.s. at hon skal fuskast ígjøgnum, tí tað ynskir big brother- ES! Og alt bendir á, at hetta bert er byrjanin til eina røð av líknandi lógum, sum hava til endamáls at


2.

harmonisera lóggávu okkara til ES lóggávu, so ongin forðing verður at smoyggja okkum inn í felagsskapin, tá ætlanin skal fullførast.

Miðflokkurin metir støðuna so álvarsliga, at vit heita á Føroya fólk um at steðga hesum ætlanum landsstýrisflokkanna! Ætlaninar um fullveldi hava landsstýrisflokkanir ongantíð krógva, heldur ikki áðrenn valið, men hesar ætlanir teirra, at smoyggja okkum upp í ES, hava teir ongantíð kunnað um, og spyr tú teir, so snúgva teir seg undan ? alt verður gjørt í loynd. Tí er neyðugt at tað fólk, sum loynivieksemið rakar, reisist og krevur øll kort á borðið. Ein breið fólkarørslu móti ES hevur neyvan nakratíð verið meira kravd enn júst nú.


Teir avbyrgja okkum í ES

Tá Miðflokkurin regluliga seinastu árini hevur ávarða móti vandanum við E.S., hevur verið ført fram, at vit harvið vilja avbyrgja Føroyar frá restini av heiminum. Kannar tú fólkagrundarlagið undir (ES) Schengen samstarvinum, so umfatar tað knøpp 8% av heimsins íbúgvum, t.v.s., at ein roynd at føra Føroyar nærri felagsskapinum, verður ein roynd at avbyrgja okkum frá 92% av heimsins íbúgvum, ella sum onkur so rámandi hevur sagt tað- vit fara, saman við teimum ríku, at avbyrgja okkum frá teium fátøku! Ferð eftir ferð hava vit heitt á núverðandi og farna landsstýri um at skapa okkum samstarv við onnur lond, júst fyri at forða slíkari avbyrgjan.

At ES byggir á ódemokratiskt grundarlag og m.a. bert hevur eitt parlament av eiti, átti at rætt øll, ið liva í demokratiskum tjóðum og hava lært at virða demokratisku hugsjónina. Og at føra eitt lítið samfelag sum ta føroyska tættari og tættari at slíkum felagsskapi, er einki minni enn eitt brotsverk móti tí fólki, sum á hesum oyggjum búgva, í einum samfelagi við bestu fortreytum fyri trivnaði, ið hugsast kann.

Júst tað fíggjarliga verður brúkt fyri at sannførða okkum um hvussu avgerðandi neyðugt tað er at samtykkja hesar lógir og knýta okkum nærri at ES- og allar hugsandi ólukkur verða málaðar fyri teimum samfeløgum, sum ikki vilja elta sum fyri er slóða. Soleiðis ræddu teir norðmenn, áðrenn hesir atkvøddu nei, men ongantíð hendu tær ólukkur, ið spáddar vórðu. Somu ræðumyndir vórðu nýttar móti dønum, fyri at fáa hesar at atkvøða positivt fyri ES, nú seinast var tað um evruna, men eftir valið varð ikki brúk fyri tí krepputilbúgving, sum danskir ES viðhaldspolitikkarar boðaðu frá fór at verða neyðug, og fyri stuttum varð danski økonomiministarin hótt við sakarmáli, vegna ósonnu fíggjarherferð sína móti dønum í sambandi við evru valgið.

Somu ódámligu argumentir, um at vit , um vit siga nei, »koma at standa uttanfyri ringin og skulu ígjøgnum strangt eftirlit fyri at sleppa inn« verða nýtt fyri at ræða føroyskar politikkarar upp í nýggja samveldisfelagsskapin, sum landsstýrið er við at byrgja okkum inni í. Tí sær Miðflokkurin seg aftur noyddan at rópa varskó, og heita á allar kreftir, at steðga á. Tá løgtingið h. 9. mei 2000 atkvøddi í tingmáli nr. 104, góðkenning av tilmæli frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar/ ES, var tingmaður Miðfloksins einsamallur, ið sá vandan. Vandan, sum fjølmiðlar og politikkarr nú vísa á ? einsamallur, ið atkvøddi nei ? og tað sama verður til Schengen samstarvið, eitt nei til ein sáttmála, sum ætlanin er at smoyggja niðuryvir onkivarðandi føroyingar!

Vert er at geva gætur, at vit eru ikki einsamøll at siga nei til Schengen samstarvið, tí bæði Ongland og Írland hava fyri langari tíð síðani tikið frástøðu frá hesum ætlanum, tey meta seg fullvæl at kunna liva hendan sáttmálan fyriuttan, í góðum felagsskapi við onnur lond, sum seta frælsi og langtíðartrivna framum stuttan løtuvinning. Tí løtuvinningur er tað einasta, ið ES samveldið kann bjóða okkum, hvussu føgur orð teirra enn eru.


Fylgur av Schengen eftirliti

Far ein túr niður í Europa í dag- ella gev tær tí at lesa um tey »vælsignilsir«, ið brøðrafólk okkara hava heysta av Schengen samstarvinum. Læt meg sum eitt dømi nevna eftirlit teirra við teim kristnu, eitt eftirlit, sum i fleiri ES londum, við vælsignilsi frá Schengen sáttmálanum, bólkar øll evangelisk trúgvandi, sum hoyra til trúarsamfeløg uttanfyri statskirkjuna í viðkomandi landi, í bólk við sektir. Og sum hoyrandi til eina sekt verða trúðarsamfeløg, sum her heima virka frítt og til stóra signing fyri land og fólk okra, undirløgd somu avmarkingar og forðingar, sum her á leiðum ókendar eysturlendskar sektir. Hesar avmarkingar og forðingar eru m.a.: eykaskattir, at ikki er teimum loyvt at ogna sær bygningar, at politiagentar møta upp at kanna tað, ið sagt verður á kristiligum fundum, og mangan noyðast tey í rættin at verja seg ( hetta eru annars hættir, sum fyri fáum árum síðani bert vóru kendir frá eystureuropæiskum londum, har frælsi nú ræður)!!!

Men vit kunnu eisini fara ein styttri túr, oman í grundlógarnevndina, har finna vit eitt skjal, sent okkum einaferð í heyst, frá manni, umboðandi ein felagsskap, sum stutt ger okkum greitt, at um ikki vit gera eftir ynski hansara og


3.

í felagsskapi hann umboðar, so er hóast alt bert stutt tíð áðrenn vit, av ES, verða noydd at broyta lóggávu okkara, sum honum og teimum lystir. Av sonnum ein greið ávaring!


Spurningar, ið treingja á, tá man lesur ES uppskotini

Hvør biður um at fáa hesi ríkislógartilmæli sett í gildi fyri Føroyar?

Kunnu vit siga nei?

Hvørji verða tey næstu ES tilmæli landsstýrið fer at biðja løgtingið samtykkja at galda fyri føroyingar?

Hví fer tað at verða so trupult hjá okkum at verða leysir av Schengen samstarvinum, tá Bretar og Írar megna hetta?

Annars eru viðmerkingar at lesa í Schengen uppskotinum, sum verdar eru at endurgeva, m.a. hesar: í einari stórpolitiskari meting av Schengen skipanini kann kortini neyvan nakar ivast í, at endamálið er ?at leggja ein ring um Europa?, har tey, sum eru innanfyri, skulu verja seg móti teimum, sum eru uttanfyri..... og seinni sigur varaløgmaður: tað ríka Europa skal verja seg móti tí fátæka Afrika og Asia...Ómetaliga gott skrivað, men hví tekur landsstýrið ikki fylgurnar og sendir uppskotini retur hagar tey eru komin?

At enda ein áheitan á politikkarar og borgarar yvirhøvur: latið okkum reisast og í samfelag við lond, ið bygd eru á fólkaræði, og í takksemi til Skaparan, sum gav okkum hesar paradisoyggjar at búleikast í, røkja tað tilfeingi Hann gav okkum, okkum og eftirkomarum til signing.