Hóast øll ráðgeving mælti politikarunum ti lat friða Føroya banka, liggur bankin víðopin Tá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, bar uppskotið um fiskidagar í Løgtingið, skjeyt eisini upp at friða Føroya banka. Men tá Løgtingið hevði avgreitt málið, var friðingin burturi.
Landsstýrismaðurin sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at brongl í arbeiðinum hjá Løgtinginum er orsøkin.
Men ta frágreiðingina góðtekur formaðurin í vinnunevndini ikki. Við Kringvarpið sigur Johan Dahl, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at friða bankan við kunngerð, og tað kann hann gera, vil hann tað.