Føroya Blues í Miðlatúni

Lisbeth Nebelong vitjar Miðlatún mánadagin.

Lisbeth Nebelong vitjar Miðlatún í Vági mánakvøldið 28. november klokkan 19.30..

 

Hoyrið rithøvundin Lisbeth Nebelong greiða frá um sína dansk-føroysku kærleikssøgu.

 

Hennara 3 romanir, Når engle spiller mozart (2003), Farøblues (2008) og Møde i mol (2014) komu út í einum bindi fyrr í ár sum “Færø Blues Trilogien”.

 

- Lisbeth luttekur í Bókadøgunum í NLH um vikuskifti og í tí sambandi hava vit verið so heppin, at fáa Lisbeth til Vágs at leggja fram hetta bókaverk í Miðlatúni. Ikki minni heppi er tað, at vit eisini hava fingið navnframu Elin Brimheim Heinesen at luttaka við sangi og tónleiki. Elin syngur ein sang, sum Lisbeth hevur skrivað, umframt at framføra egnar sangir og løg. 

 

Umframt søguna um kærleika, vinalag og tónleik er trilogiin eisini ein sjáldsom frásøgn um Føroyar og viðurskiftini við Danmark frá 1960’unum fram til 00’ini. Lisbeth kennir væl Føroyar og elskar hesar oyggjar, hon skrivar eisini ferðabókina “Turen går til Færøerne”.

 

Sum barn búði hon tvey ár í Havn, meðan pápi hennara arbeiddi hjá Ríkisumboðnum, og tá ið hann sigldi millum oyggjarnar við “Thorshavn” var hon fastur fusur umborð. Tá hon var liðug sum studentur, kom hon aftur til Føroyar og starvaðist sum vikarur við Skt. Frans Skúla frá 1973-74.

 

Síðan hevur hon vitja aftur á klettunum mangar ferðir og sum liður í undankanningum til bøkur hennara, hevur hon verið til sjós við trolarinum “Brestir”. Trettan døgn var hon, einsamøll kvinna saman við tíggju monnum – sjey av teimum úr Hvalba, “sjómaður” í hvøssum vindi og stormi á Norðhavinum. Eitt upplivilsi, sum Lisbeth gleðir seg til at deila.

 

Lisbeth fer at greiða frá og vísa eina myndakavalkadu við tí, sum hon virðismetir mest við Suðuroynni eins og hinum yndisoyggjum hennara.

 

Høvi verður at keypa trilogiin og fáa hana undirritaða av skaldakonuni.