Føroya fyrsti fótbóltsskúli stovnaður í Vági

Fótbóltsakademi Føroya er fyri ungar dreingir og gentur

Nú er Føroya fyrsti fótbóltsskúli stovnaður í Suðuroy. Fótbóltsakademi Føroya, sum skúlin eitur, er eitt samstarv ímillum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy, sigur Guðmundur Joensen, leiðari fyri Ítróttarháskúlan.

 

Hann sigur, at sostatt verður fótbóltslinjan, sum hevur verið á Ítróttaháskúlanum, lyft upp á eitt hægri stig, og í hesum arbeiðnum byggja tey eisini á royndirnar, sum vórðu gjørdar í samstarvinum millum Ítróttaháskúlan og VB í hondbólti.

 

Leiðarin staðfestir, at fótbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum og at áhugin fyri fótbólti veksur ár um ár. Nógvir føroyskir ungdómar hava ein dreym um at gerast yrkisfótbóltsleikarar bæði í Føroyum og uttanlands, sigur hann

 

Í fótbólti kring um í Evropa, verða flestu grundarsteinarnir undir eini framtíð sum yrkisleikari, lagdir í fótbóltsakademium. Og nú verður so Føroya fyrsta fótbóltsakademi Fótbóltsakademi Føroya, ella á enskum, Faroe Islands’ Football Academy, stovnað í Vági.

– Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er tað berandi. Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsleikarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikarar. Vanliga eru fótbóltsakademi fyri ungar leikarar, og sosatt er vanlig skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini ein vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii.

Fótbóltsakademi Føroya er eitt tilboð til dreingir og gentur í aldursbólkunum úr níggjunda floksaldri til miðnámsskúlaaldur og sostatt er tað tilboð til aldursbólkarnir U15 til og við U21.

 

– Kjarnin í Fótbóltsakademi Føroya er eitt heildartilboð til leikaran, har arbeiðið at menna tann einstaka sum fótbóltsleikara, og menniskja, er í hásæti – og sostatt er talan um um eitt tilboð sum fevnir bæði um fótbóltsvenjing og skúlagongd.

Tey, sum fara at ganga á Fótbóltsakademinum verða sostatt bæði næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og næmingar, sum ganga í fólkaskúla í Suðuroynni ella á Miðnámsskúla í Suðuroynni. Men ungdómar úr øðrum pørtum av landinum, ella uttanlands, eru vælkomnir á Fótbóltsakademi Føroya, sigur stjórin á ítróttarháskúlanum.

 

Tað verður eitt venjaratoymið, sum fer at standa á odda fyri Fótbóltsakademi. Annar venjarin er Jón Pauli Olsen, sum hevur A-venjara útbúgving, og hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy.

 

Hann undirvísir eisini á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya, men í næstum verður eisini søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya, sigur Guðmundur Joensen.