Føroya Lærarafelag hevur havt aðalfund á Føroya Studentaskúla um vikuskiftið. Eins og vanligt er á slíkum fundum, so var nevndarval á skránni.
Og skal nevndarvalið hesaferð metast sum ein ábending frá limunum, um teir hava tikið undir við tí, sum nevndin hevur tikist við farna ári, ja, so var hetta nevndarvalið ein dyggur lúsingur til ein part av nevndini.
Úrslitið var nevniliga tað, at næstformaðurin Birgir Kruse, og kassameistarin Torfinn Højgaard, vórðu ikki afturvaldir. Afturat tí so eydnaðist tað akkurát verandi formanni, Andrassi Samuelsen, at fáa nóg mikið av atkvøðum til at koma inn í nevndina á uttasta sæti.
Eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt, so er alt tó ikki avgreitt nevndarvalinum viðvíkjandi, tí millum nummar fýra og seks vóru bert tvær atkvøður, og fyri at finna endaliga fram til hvør teirra skal hava sæti í nevndini næsta ári, verður neyðugt við fínteljing.
Teir tríggir ivin stendur um, eru Martin S. Ejdesgaard, sum fekk 107 atkvøður, Andras Samuelsen, sum fekk 106 atkvøður og Torfinn Højgaard, sum fekk 105 atkvøður. Hvussu endaliga úrslitið verður millum hesar, fara vit at lata tykkum frætta nærri um, so skjótt sum tilber.
Úrslitið av nevndarvalinum var annars hetta:
Emmy S. Joensen 154 atkvøður
Petur S. Rasmussen 132 atkvøður
Elsa Birgitha Petersen 115 atkvøður
Martin S. Eidesgaard 107 atkvøður
Andrass Samuelsen 106 atkvøður
----
Torfinn Højgaard 105 atkvøður
Johannes Eli Iversen 91 atkvøður
Birgir Kruse 55 atkvøður
Jákup Meinhard Sólbjørg 53 atkvøður
Við fyrivarni fyri, at fínteljingin einki broytir, verður nýggja nevndin í Føroya Lærarafelag soleiðis samansett komandi ári:
Emmy S. Joensen, Petur S. Rasmussen, Elsa Brigitha Petersen, MArtin S. Eidesgaard og Andrass Samuelsen.
Í gomlu nevndini sótu: Andrass Samuelsen, formaður, Birgir Kruse, næstformaður, Torfinn Højgaard, kassameistari, Elsa Birgitha Petersen og Petur S. Rasmussen.