Vinnumálaráið og Ognarfelagið Lív (felagið av tryggingartakarunum í Lívstryggingini) eru vorðin samd um, hvussu einskiljingin av Føroya Lívstrygging skal verða skipað. Einskiljingarnevndin hevur góðkent ætlanina, ið miðar eftir, at Føroya Lívstrygging verður endaliga einskild í hesum árinum.
Farið verður nú undir endaligu fyrireikingarnar, útbjóðing og sølu, so Føroya Lívstrygging verður leyst av ognarskapi landsins við árslok, siga Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Jógvan Mørkøre, sum er formaður í Ognarfelagnum Lív. Tíðindafundur verður um einskiljingina og tilgongdina annars í morgin klokkan 8:30.