Føroya Skipaskráseting er flutt í nýggj høli í Sigmundargøtu 13. Hetta merkir, at nú eru Skráseting Føroya, Føroya Skipaskráseting og Føroya Altjóða Skipaskráseting undir somu lon og somu leiðslu, Tommy Petersen, ið er stjóri.
Føroya Skipaskráseting hevur í mong ár verið partur av Fiskimálaráðnum, men í 2008 bleiv stovnurin fluttur til Vinnumálaráðið og lagdur saman við Føroya Altjóða Skipaskráseting. Samanlagdi stovnurin hevur fingið búmerki FAS, og dekkar hann sostatt bæði heimligu og altjóða skipaskrásetingina.
Sjálv flytingin er tó ikki framd fyrr enn nú, tí Føroya Skipaskrásetingin er partur av nýggjari KT-heildarskipan, nevnd Teyggjan, sum Fiskimálaráðið hevur arbeitt við. Skipanin er ment í samstarvi við Atlantstøkni, og er skipaskrásetingareindin ein grundarsteinur undir sjálvari skipanini, sum harumframt eisini telur eina fiskiloyviseind, ið Fiskivinnustovan umsitur.
Sunneva Davidsen og Randarsól Mohr, sum starvast á Føroya Skipaskráseting, hava verið við til at ment skipanina saman við Atlantstøkni, og eru tær sera fegnar um nýggju skipanina.
Í næstum fer Atlantstøkni at menna eina Alnótseind til almenningin at síggja og leita fram hagtøl úr ?Teyggjuni.? Við alnótseindini røkkur skipanin út til øll, ið hava atgongd til alnetið, og tá fer skipanin veruliga at vísa sítt virði, sigur Annfinn Thomsen, KT-leiðari í Fiskimálaráðnum.