Mentanarnátt verður í Havn fríggjakvøldið

Tónar, list og lív í Havn: Mentanarnáttin 2025 verður hildin fríggjakvøldið 6. juni í Tórshavn og er eitt av størstu mentanartiltøkunum í Føroyum.

Tíðindaskriv:

 

Tiltakið, sum fyrstu ferð varð hildið í 2001, hevur ment seg til ein fastan tátt í havnarlívinum og verður ofta rópt "lítla ólavsøka" vegna sín fjølbroytta og lívliga dám. Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar Mentanarnáttina.

 

“Hetta er dagurin, tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið,” sigur Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri á Visit Tórshavn, “skráin veksur í vavi fyri hvørt ár, og í ár er onki undantak. Verður hugt í skránna sæst, at ársins skrá er kryddað við spennandi bókaútgávum, tónleiki, framsýningum, kappingum, undirhaldandi barnatiltøkum og mongum øðrum.”

 

##med2##

 

Setanin av Mentanarnáttini verður á Vaglinum kl. 18.00, og tað er Elsa Berg sum setur Mentanarnáttina. Aftaná framførir Dania O. Tausen nøkur løg. Hóast setanin er kl. 18.00 byrja fleiri tiltøk fyrr á degnum. “Flestu tiltøkini liggja í Miðbýnum, men tað eru eisini fleiri tiltøk at finna kring alla Havnina, bæði á Argjum og í Hoyvík, so til ber at njóta býin frá øllum síðum hendan dagin,” sigur Tordis.

 

Til ber at síggja alla skránna og leita eftir slag av tiltøkum á mentanarnattin.fo

 

Eisini ber til at fylgja við á Facebook síðuni, har eisini sæst hvørjir vegir verða stongir á degnum, á fb.com/mentanarnattin