Hetta var fyrstu ferð, ERVO hevði ársfundin í Føroyum, í samstarvi við Havstovuna
ERVO er ein samstarvsbólkur av londum við rannsóknarskipum, sum varð stovnaður í 1999. Endamálið er at deila royndir, finna samstarvsmøguleikar og menna bestu arbeiðshættir fyri rannsóknarskip.
Talið av luttakandi londum er vaksið úr sjey upp í 18. Millum 70 og 80 útlendingar hava verið við á fundinum, sum endar í dag