Í opnum brævi til bæði fyrrverandi og núverandi landsstýrisfólk í almannamálum, Sirið Stenberg 21. februar og Eirik í Jákupsstovu 10. mars, undir heitinum: ”Fólk við skerdum førleika meira skerd”, hevur undirritaði víst á, at fleiri borgarar við skerdum førleika, sum kunnu koyra bil, eru komnir í eina sera óhepna støðu – ja, ein kann siga, at “teppið er skrykt undan teimum”, orsakað av eini lógarbroyting, sum strikar fíggjarliga stuðulin til avlamisbilar.
Enn er onki svar komið, men eg havi framvegis eina vón um, at Sirið Stenberg – ella Eirikur í Jákupsstovu – vilja greiða frá, hví man hevur valt at brúka almenna spariknívurin ímóti hesum fólkum.
Fólk við skerdum førleika, ella rørðslutarnað, hava ikki biðið um sína lagnu, og fíggjarliga hava flestu teirra bert fyritíðarpensjónina at líta á. Hetta átti lóggávuvaldið at hugsað um, áðrenn tað fremur eina lógarbroyting, sum spennir fíggjarligt bein fyri hesi fólk, og harvið skerjir sosialu møguleikar teirra enn meira – tað skuldi heldur verið hinvegin.
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil), sum kom í gildi 1. jan. 2024, var undirskrivað av Aksel V. Johannesen løgmanni 19. des. 2023.
Hendan lógarbroyting ljóðar einføld, men er sera fløkjaslig. – Tó framgongur tað heilt týðuliga, soleiðis sum lógin er samanskrúvað, at fólk við skerdum førleika, sum kunnu koyra bil, ikki longur hava sama møguleika at fíggja ein avlamisbil.
Tann 26. apríl 2022 skrivaði Sirið Stenberg, táverandi løgtingskvinna, eitt lesarabræv í Suðuroyarportalinum, júst um sparingar á Almannaverkinum undir heitinum: “Neyðars fólk við skerdum førleika”.
Seinasta viðmerking hennara til hesar sparingarnar var tá stutt og greið, men sera beinrakið soljóðandi:
”Man skammast”!
At ongin politikkari – hvørki í andstøðu ella í samgongu – hevur umrøtt hesa illa umhugsaðu lógarbroyting, kann bert skiljast sum, at fólk við skerdum førleika, sum hava brúk fyri einum avlamisbili, ongan góðan hava innan tinggátt.
Tí má eg siga, sum Sirið Stenberg segði, áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna í almannamálum:
“Man skammast”!
Um politiska skipanin hevði gjørt rætt, meðan tíð var, so var hendan lógarbroyting ongantíð sett í verk.
Vinarliga
Hjalti Skaalum
3/6-2025