Føroya Sparikassi nærri at gerast partafelag

Føroya Sparikassi hevði umboðsráðsfund seinasta leygardag, 16. mars 2002. Á skránni vóru m.a. uppskot til viðtøkur fyri Føroya Sparikassa P/F og Sparikassagrunnin, sum skal stovnast í sambandi við umleggingina til partafelag.

Ætlanin fyri umleggingina til partafelag er í stuttum hendan:
Á aðalfundi 5. apríl 2002 verður uppskot lagt fram um at leggja Føroya Sparikassa um til partafelag við virknaði frá 1. januar í 2002.

Sparikassagrunnurin kemur eftir umleggingina at eiga góð 96% av partapeninginum í Føroya Sparikassa P/F, sum hann ognar sær við at keypa góðar 639 mió. kr. til kurs 125.
Ábyrgdararnir fáa hinvegin høvi at umleggja ábyrgdarfæið til partapening til kurs 100, og hartil at tekna upp til 4 ferðir ábyrgdarfæið í nýggjum partapeningi til kurs 100.
Samanlagt kunnu ábyrgdararnir tekna upp til 25 mió. kr. í partapeningi. Tá er umlagda ábyrgdarfæið íroknað. Við yvirtekning verða tekningarynskini lækkað soleiðis, at flest møgulig sleppa at tekna partapening.
Umframt Sparikassagrunnin verða tað einans ábyrgdarar, ið fáa høvi at ognast partapening í Føroya Sparikassa P/F.
Møguleiki er at tekna seg sum ábyrgdara fram til fríggjadagin 5. apríl 2002, kl. 16.
Stórur áhugi er í løtuni fyri at tekna seg sum ábyrgdara. Talið av ábyrgdarum er nú komið upp á 6.356 og ábyrgdarfæið uppá 12,4 mió. kr