Gamla almenna Telefonverkið kann innanfyri eitt ár enda á privatum hondum.
Tað er í øllum førum ætlanin hjá sitandi samgongu, og gongur tað sum ætlað hjá landsstýrismanninum við vinnumálum, verður Føroya Tele selt privatum eigarum næsta ár.
? Vit hava tikið avgerðina um at selja Føroya Tele, og nú verður hendan sølan fyrireikað. Um ársskiftið rokni eg við, at støða kann takast til, hvussu og nær Føroya Tele verður selt. Tað er best fyri øll, at tað almenna ikki eigur og regulerar eitt virksemi, sum er typiskt handilsligt, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
? Ein privatisering av Føroya Tele skal tryggja kappingina á føroyska telemarknaðinum. Sentralt í allari hesari gongdini er, at Føroya Tele skal ikki enda sum eitt privat felag í monopollíknandi støðu, tí er tað nakað, sum er verri enn eitt alment felag í monopollíknandi støðu, so er tað eitt privat felag í somu støðu, heldur landsstýrismaðurin.
Hann ætlar sær tí at leggja stóran dent á, at kappingin á føroyska telemarknaðinum verður varðveitt og styrkt.
Eingin semja um privatisering
Hugskotið um at selja Føroya Tele til privat er ikki nýtt, men hetta er fyrstu ferð, at málið er blivið so ítøkiligt, sum tað nú er við fráboðanini hjá Bjarna Djurholm.
Føroya Tele vendi sær til undanfarnu samgongu fyri at seta gongd á eina privatisering av felagnum, og fyri tveimum árum síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot um, hvussu hetta kundi gerast.
Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Føroya Tele, aðrar fjarskiftisveitarar og Fjarskiftiseftirlitið. Vinnumálaráðið hevði skrivaraleiklutin í arbeiðsbólkinum. Tað gjørdist beinanvegin greitt, at tað fór ikki at bera til at finna eina semju um, hvussu ein privatisering av Føroya Tele skuldi skipast. Sjónarmiðini hjá teimum ymsu pørtunum vóru heilt einfalt ov ymiskt til, at eitt felags uppskot kundi koma um hetta.
Tí fekk Bjarni Djurholm trý ymisk uppskot um eina privatisering av Føroya Tele, tá ið hann fekk frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum.
Uppskotið hjá Føroya Tele var, at fyritøkan varð privatiserað júst í tí skapi, sum hon hevur í dag ? tað vil siga alt saman sum ein fyritøka.
Hinir fjarskiftisveitararnir mæltu til, at Føroya Tele varð býtt sundur í tvey feløg, har kervi var eitt alment partafelag og tænasturnar kundu privatiserast.
Fjarskiftiseftirlitið hevði eitt líknandi uppskot um, at kervi og tænasturnar vóru lagdar í tvey ymisk feløg.
Nú er gongd komin á
Bjarni Djurholm hevur síðani arbeitt víðari við málinum, og hann hevur havt fundir við fjarskiftisveitarar og onnur um privatiseringina.
Eitt úrslit av gongdini hevur verið, at Føroya Tele hevur vent sær aftur til Vinnumálaráðið við einum nýggjum uppskoti um, hvussu felagið kann privatiserast. Nú er Føroya Tele sinnað at umskipað felagið til eina konsern við fýra ymiskum feløgum. Tey fýra feløgini skulu umsita ávíkavist kervi, tænastur, Televarpið og útlendskar ætlanir.
? Hesa ætlan hava vit tikið til okkum sum stig nummar eitt í eini privatisering. Málið hevur verið fyri í landsstýrinum, og tað er undirtøka fyri hesum, sigur Bjarni Djurholm.
? At Føroya Tele verður býtt sundur í fýra ymisk feløg skal tryggja, at kappingin ikki verður avmarkað. Vit eru als ikki áhugað í at fáa eitt privat felag, sum fer at hava ein monopolstøðu á teleøkinum. Eitt privat Føroya Tele skal ikki avmarkað møguleikarnar hjá øðrum fjarskiftisveitarum, sigur hann
Løgtingið eigur seinasta orðið
Avgerðin um privatiseringina av Føroya Tele er tikin, og sølan verður nú fyrireikað. Fyrsta stigið er, at Føroya Tele verður býtt sundur í fýra ymisk feløg.
Tá ið hetta er gjørt, og sølan kann fara fram, verður tað løgtingið, sum skal gera av, hvussu sølan skal fara fram.
? Tað eru fleiri møguleikar at skipa eina sølu. Tað ber til at privatisera alla konsernina undir einum ella at taka partar burtur úr, men hvussu sølan verðu framd sleppur tann politiski myndugleikin at gera av, tá ið tíðin er búgvin til tað, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vil tí ikki longu nú siga, at øll feløgini í Føroya Tele verða seld privatum undir einum, ella um til dømis kervið framhaldandi skal verða á almennum hondum.
? Tað eru bæði fyrimunar og vansar við at hava kervið alment. Eitt kervi skal støðugt mennast og útbyggjast, og skal tað alemnna framhaldandi eiga kervið, so má tað eisini tryggja sær inntøkur, sum ger tað gjørligt at byggja út, sigur Bjarni Djurholm.
? Men eg vil leggja dent á, at ein privatisering av Føroya Tele skal ikki sementera eina monopolstøðu, og privatiseringin skal ikki avmarka møguleikarnar hjá øðrum veitarum á telemarknaðinum, sigur hann.