Sum ein liður í arbeiðnum at kveikja og menna verksetanarhugin í føroyska ungdóminum, skipar Íverksetarahúsið nú fyri kapping millum føroyskar fólkaskúlar um føroyameistaraheitið í íverksetan.
Tað er Íverksetarahúsið, sum hevur tikið stig til kappingina, og varð fyrsti leikurin fluttur í gjár í Løkshøll, har allir næmingarnir í 9. og 10. flokki vóru møttir til ein fyrilestur um átakið, sum stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, helt.
Í hesum skúlaárinum verða tað Skúlin við Løkin, Stranda Skúli, Nám X og Skúlin á Ziskatrøð, sum fara at kappast í fyrstu kappingini. Luttakandi næmingarnir hava allir teknað seg sjálvbodnir, tí at teir koma at brúka nógva frítíð uppá kappingina.
Áðrenn komið verður til sjálva finaluna 6. mai 2011, koma næmingarnir at luttaka á einum sonevndum ?Innovation Lab?, har fokus er á at menna góð hugskot at arbeiða víðari við. Hartil verða fyriskipaðir tveir evnisdagar við frálæru í íverksetan og praktiskum uppgávum, sum skulu geva næmingunum førleikarnar.
kelda:klaksvik.fo