Løgtingsval var 30. januar í ár. Áðrenn gekk framá á flest øllum økjum, hóast trupulleikar vóru á fleiri umráðum orsaka av, at vit hava mist 3 milliardir krónur, tí ríkisveitingin var skerd. Tað merkist á øllum økjum, serliga innan sosial, heilsuverk og skúlaverk okkara.
Flestu munnu vera samd um, at síðan loysingin er sloppin framat eftir valið, væl stuðlað av Javnaðarflokkinum, hevur gingist av skriðuni. Serliga eru tað sjófólk og tann tímalønti ið merkja sviðan av, at akademisku arbeiðaraflokkarnir standa við róðrið.
Fiskavirking Miðvági verður stongd, og 70 fólk send heim - bert í Vágum. Svartiper hjá Fiskavirking verður plantaður niður í Miðvági, har fólk skulu bløða fyri enn eina skeiva avgerð.
Skattir og avgjøld eru hækkaði munandi.
Matvøruprísir og oljuprísir eru hækkaðir nógv. Fiskanøgd og prísir eru lækkaðir nógv.
Tó koma nakrar kommunur at vinna meira pening í keigjøldum, av tí at okkara fiskifloti ikki hevur ráð at loysa.
Samgongan vil hava, at fleiri fólk skulu flyta til Føroya, samstundis sum teir politiskt skapa karmar, ið fáa fólk at flyta av landi í stríðum streymi.
Landssjúkrahúsið hevur fingið at vita, at 32 milliónir krónur skulu sparast í eitt hálvt ár, t.v.s. uml. 5 milliónir krónum um mánaðin, tað ið eftir er av árinum. Strongdin økist í sjúkrahúsverkinum. Fólk orka ikki meira og flýggja í onnur størv. Og sjúklingarnir fáa ikki tað skjótu og góðu viðgerð, teir hava uppiborið.
32 milliónir krónur, sum er peningur, ið skuldi fara til, at sjúkrahúsverkið megnaði at halda verandi støði, verður ístaðin nýttur til at uppbyggja eitt óneyðugt uttanríkispolitiskt prestiguprojekt við ambassadum í m.a. New York og Moskva. Nógv umtalaða “Flaggstongin í NewYork” er nú aftur byrja at spøkja undir leiðslu av Høgna Hoydal, ið nú umsitur uttanríkismál. Um sjúk fólk í Føroyum skulu bera hesa flaggstong tykist nøkrum líka feitt.
Vit síggja her beinleiðis, hvussu fleiri ambassadur merkja enn longri bíðilistar á sjúkrahúsunum. Men loysingarsamgongan hevur prioriterað, at so skal verða. (Tó kenni eg H.P.Strøm so mikið væl, at eg veit, at hann roynir sítt ýtarsta fyri at sjúkrahúsverkið skal fáa sína játtan - men tað hevur so ikki eydnast higartil.)
Mong við mær munnu standa spyrjandi um, hvussu skeivt verandi samgonga prioriterar.
Tað tykist, sum politikkurin hjá núverandi samgongu tilvilja ella ótilvilja tekur mótið og virkisfýsni frá føroyinginum við at køva alt í skattum og avgjøldum.