Føroyar mótmæla alment álopi á Irak

Øll tiltøk móti Irak og Saddam Hussein skulu samtykkjast av ST. Hesa samtyktina hjá Løgtinginum hevur løgmaður sent víðari til ríkisumboðið.

Løgmaður staðfestir í brævi til ríkisumboðið, at øll tiltøk til tess at fáa Saddam Hussein at akta ST-samtyktir, áttu at verið samtykt í Sameindu tjóðum.
Tað ger løgmaður eftir áheitan frá Føroya løgtingi, sum við stórum meirluta vildi hava ST at standa aftan fyri øll tiltøk ímóti Irak. 19 atkvøddu fyri, 2 atkvøddu blankt og 9 atkvøddu ímóti, at »øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST«.
Dúgliga hevur verið gitt, hvagar løgmaður fór at senda fráboðanina um løgtingsins støðu. Skuldi tað vera ST og altjóða samfelagið? Ella valdi hann at venda sær Damnark, soleiðis sum heimastýrislógin sigur?
Løgmaður valdi ríkisumboðið.
Sostatt hevur løgmaður samtundis boðað donsku stjórnini frá, at føroyingar ikki eru samdir við tann uttanríkispolitikk, sum Danmark førir vegna ríkið, tað vil siga eisini føroyingar.
Seinnapartin í fríggjadagin samtykti Fólkatingið eftir øllum at døma við teprum meiriluta, at Danmark heilhjartað stuðlar álopinum á Irak.
Føroyingar hava kortini givið USA eitt standandi loyvi at brúka føroyskt