- Føroyar seta seg á heimskortið

Danski professarin Bent Rold Andersen, sum vitjaði í Føroyum í sambandi við eldrastevnuna, sigur, at um endamálið við eldraráðnum í Havn verður rokkið, fer hetta at seta Føroyar á heimskortið, og Tórshavnar Býráð gerst slóðbrótandi innan fyri eldrapolitikk í Norðanlondum.

Bent Rold Andersen, sum nú er blivin 76 ára gamal, hevur drúgvar royndir innan eldraøkið, og hann sat eitt skifti eisini sum almannaráðharri undir Anker Jørgensen í sjeytiárunum. Hann sigur seg verða hugtiknan av býráðnum í Havn, sum sjálvt hevur tikið stig til eitt eldraráð.

Politikkarar hava ikki innlit í eldraøki
- Í øllum politiskum samansetingum er støðan hon, at politikkararnir ikki hava innlit í eldraøki. Allir politikkarar hava verið børn, og teir flestu eiga eisini børn. Tí kenna teir hesi øki innanífrá, men tá ið tað snýr seg um eldraøki, er støðan ein onnur, tí eingin av teimum hevur roynt at verið gamal, og tí mangla teir innlit í hetta øki. Hetta ger, at eitt eldraráð kann hava stóran týdning við at ráðgeva poltikkarunum í sambandi við avgerðir innan eldraøki, sigur Bent Rold Andersen.
Í Danmark hevur man eldraráð úti í kommunum, men tey virka als ikki eftir ætlan. Bent Rold Andersen sigur, at støðan í Danmark er øðrvísi, tí har hava kommunurnar fingið álagt at hava eitt eldraráð, og tá ið tað er nakað, sum er kroyst oman yvir kommunurnar, vísir tað seg, at tað sjáldan kemur at virka eftir ætlan, vísir Bent Rold Andersen á.
Í sambandi við vali til eldraráð í Havn er støðan ein heilt onnur, tí her er tað kommunan sjálv, ið hevur tikið stig til eldraráðið, og tað hevur stóran týdning í strembanini eftir at fáa eldraráðið at virka.
Sjálvur hevur danski professarin sitið í býráðnum í Næstved eitt skifti, og í hesum sambandi greiðir hann frá, hvussu illa umboð tey gomlu eru í teimum politisku samansetingunum.
- Eg var 72 ár, tá ið eg sat í býráðnum í Næstved. Av teimum 21 limunum í býráðnum var eg tann einasti, ið kundi metast sum eitt eldri fólk, og sum tískil hevði innlit í umstøðurnar hjá teimum gomlu. Men 20 prosent av teimum, ið hava valrætt, eru gomul, og tað vil siga, at eg umboðaði 20 prosent av veljarunum, men taldi bert sum ein út av 21 limum, greiðir Bent Rold Andernsen frá.

Tilveran broytist nógv
- Tá ið tú ert blivin gamal, broytist tilveran hjá tær ógvuliga nógv, serliga tá ið tú ert komin upp í sjeytiárini, og tað eru heilt onnur ting, ið fáa týdning. Tað eru bert tey gomlu, ið veruliga vita, hvussu tilveran tá er, og tí er tað ógvuliga umráðandi at hava eitt eldraráð, sum kann greiða bæði politisku og umsitingarligu myndugleikunum frá støðuni hjá teimum gomlu, sigur danski professarin.
Hann sigur, at tey gomlu hava ymiskan tørv, og tað kann verða ymiskt frá degi til dag, hvør tørvurin er.
- Heimahjálpin hevur sítt skema at fylgja, tá ið hon er úti hjá teimum gomlu, og sambært skemainum skal hon til dømis vaska baðirúmið tvær ferðir um vikuna, og kamarið og stovan skulu dustsúgvast annanhvønn dag, og alt er lagt til rættis uttan møguleika fyri at gera um upp á tað út frá tørvinum hjá brúkaranum, sigur Bent Rold Andersen.

Fyrimunur at føroyingar ikki eru so tengdir at reglum
Danski professarin vísir á, at til dømis eru tað nógv av teimum gomlu, ið ikki hava møguleika fyri at vitja síni kæru á kirkjugarðinum, og her kundi heimahjálpin verið ein møguleiki.
- Um ikki alt varð so skemalagt, og skipanin var eitt sindur smidlig, so hevði tað kanska borið til hjá tí gamla at sagt við heimahjálpina, at í dag strika vit dustsúgvingina og fara ein túr á kirkjugarðin ístaðin. Hetta ber ikki til í Danmark, tí danir,og serliga tað yngra ættarliðið, ið er ógvuliga sannført um síni rættindi, ganga ógvuliga høgt upp í reglur og tey rættindi, ið tey hava krav uppá, sigur Bent Rold Andersen.
Hann heldur, at her hava føroyingar ein fyrimun, tí at vit ikki ganga so høgt upp í reglur, men heldur ístaðin tosa saman og lurta eftir hvørjum øðrum eftir hansara tykki.
- Eg trúgvi, at júst tann føroyski mentaliteturin kann gera, at eitt eldraráð kemur at virka eftir sínum endamáli her á landi í mun til aðrastaðnis, sigur Bent Rold Andersen.

Slóðbrótandi sensatión
Danski professarin dylur ikki fyri, at um tað fer at eydnast føroyingum at fáa eldraráðið at virka til fulnar, er talan um eina heimssensatión, og Tórshavnar Býráð og Føroyar fara at gerast slóðbrótandi innan eldrapolitikk.
- Tað fer heilt víst at vekja ans í øllum norðanlondum, um tað fer at eydnast, og so kunnu tit vænta nógvar vitjanir frá almennu myndugleikunum í øllum norðanlondum, og eg vænti eisini, at japanar fara at vísa tí ans, tí í Japan eru tey veruliga farin undir at gera nakað við eldraøkið, sigur Bent Rold Andersen.
Sum áðurnevnt vitjaði Bent Rold Andersen her í sambandi við eldrastevnuna herfyri, og hann sigur seg verða ovfarnan av tí stóra áhuga, ið var fyri stevnuni.
- Tað vóru 300 fólk til stevnuna, og tað er ómetaliga nógv. Seinast, at eg havi sæð so nógv fólk til eitt tiltak viðvíkjandi eldraøkinum, var í Japan, sigur Bent Rold Andersen.
- Eg legði eisini til merkis, at tað var ein góð blanding av fólki, ið var til stevnuna, og tey vóru veruliga áhugað í tí, sum fór fram. Ofta er tað so til slíkar stevnur, at har sita nógv eldri fólk, og tá ið stevnan fer at líða, sita tey og hálvsova, men so var ikki her, sigur danski professarin at enda.