Edmund Joensen
???????????????
Samgongan hevur ætlanir um at valskipanin skal endurskoðast. Høvuðsorsøkin til at hetta kom at standa í samgonguskjalinum, var ynskið um at rætta uppá skeivleikarnar, sum av og á koma í av verandi skipan. Hetta hendi til dømis eftir seinasta løgtingsval, tá triðistørsti flokkur fekk ein tingmann meira enn bæði størsti og næstørsti flokkur.
Helst eru bæði fyrimunir og vansar við at gera allar Føroyar til eitt valdømi. Men eftir mínum tykki eru fyrimunirnir nógv fleiri og størri enn vansarnir. Flokkarnir fáa tá ta umboðan, sum teimum tilkemur eftir atkvøðutalinum, og eingin tilvild fer longur at avgera tingmannabýtið.
Tær stórbroytingar sum henda, og eru hendar í samfelagnum, eru eisini natúrligar orsøkir til, at hóskiligt er at hava allar Føroyar í einum og sama valdømi. Oyggjarnar Vágoy, Streymoy og Eysturoy eru bundnar saman, og Norðuroyggjar koma við um stutta tíð. Tá eru umleið 85 %, ella fleiri enn 40.000 av íbúgvum landsins á einum samanbundnum vegakervi, og eingin er longur burtur enn ein tíma frá tí sum er longst burtur.
Ein onnur stórbroyting sum er í ferð við at henda, er kommunusamanleggingin. Við einum valdømi slepst undan, at ein kommuna liggur í fleiri valdømum, so sum støðan er í dag. Høvusætlanin við stórum kommunum var jú at gera tær førar fyri at átaka sær alt fleiri uppgávur, sum í dag liggja hjá landsstýrinum. Hetta krevur eisini at kommunurnar hava eitt nóg stórt fólkagrundarlag.
Føroyar hava ein politiskan trupuleika av, at so fáar kvinnur eru í politikki. Kvinnurnar høvdu ivaleyst betri møguleikar í einum samlaðum valdømi. Annað er, at vilja flokkarnir veruliga hesum skeivleika til lívs, ber eisini væl til at broyta uppstillingarháttin.
Grønland hevur roynt skipanina við einum valdømi í nøkur ár. Grundgevingin hjá teimum fyri at hava eitt valdømi var, at landspolitikkararnir skuldu tryggja rætta politikkin, og røttu loysnirnar fyri alt landið, meðan kommunalpolitikkararnir skulu skapa loysnirnar fyri tey lokalu økini. Nógv bendir á at tey flestu eru sera væl nøgd við skipanina. Tað sigur seg sjálvt, at tá til ber í Grøn-landi við teirra veldugu avstandum og truplu sam-ferðslumøguleikum at hava eitt valdømi, so skuldi ikki stórvegis trupuleikar staðist av eini slíkari skipan fyri Føroyar.
Fyrimunirnir við eini slíkari skipan eru nógv fleiri og størri enn vansarnir.
Eg fari at mæla til, at samgonga og andstøða fara undir at viðgera henda spurning í næstum. Tíðin er búgvin til nýhugsan á hesum øki.