Føroyar sum pallur teirra ókendu

Beint í eini tíð, har øll vilja vera stjørnur, leggja Føroyar pall til ein film, ið heiðrar teimum, sum bara vilja sleppa at liva síni stillu lív


”City Burger, Gamli Bókhandil, Rúsan, Busskýlið í Kollafirði, Flogvøllurin ...”

Við fyrsta eygnabrá líkist listin yvir ’locations’ meir eini ferðaætlan hjá Bygdaleiðum enn eini 28 milliónur krónur filmsætlan, ið kundi fingið Hollywood-dreymar fram í teimum flestu. Men stjørnudreymar er ikki júst tað, sum drívir verkið, tá eitt stórt norskt filmslið í heyst kemur til Føroyar at byrja upptøkurnar til filmin ”Buzz Aldrin, hvor blev det af dig i alt mylderet”. 

Heldur beint øvut.

- Tað, sum hugtók meg mest við unga høvuðspersóninum, Mattias, er hansara inniliga ynski um at ongin skal leggja merki til hann. Tað er í grundini ein rættiliga provokerandi tanki í eini tíð, har øll vilja verða kend og helst stjørnur, sigur leikstjórin, Geir Henning Hopland.

Hóast tað ikki beinleiðis var endamálið við bókini at finnast at hesum ráki, ásannar rithøvundurin, Johan Harstad, at søgan í so máta er vorðin enn meir aktuell, enn tá hann skrivaði hana fyri trimum árum síðani.

- Trupulleikin við, at stjørnudreymar og kend fólk fylla so nógv í okkara tíð, er, at vit hava lyndi til at gloyma tey, sum eru nøgd við eina vanliga, stilla gerandistilveru. Tað var einum slíkum persóni, eg vildi geva eitt pláss onkursvegna, sigur Johan Harstad. 



Anti-drama

Stilla tilveran og tankarnir hjá Mattias fáa eisini nógv pláss í bókini – so nógv, at tað er torført at ímynda sær, hvussu hetta kann endurgevast í einum filmi.

- Tað er jú tann spennandi avbjóðingin – at skapa eitt slag av filmsdrama kring ein so anti-dramatiskan høvuðspersón og eina so spakuliga søgu. Tað krevur, sum eitt tað fyrsta, eitt intenst spæl av sjónleikararnum, sigur Hopland.

- Tí er tað eisini heilt avgerandi, at vit finna rætta leikaran at spæla Mattias. Tað er kanska tað, eg stúri mest fyri, viðgongur Harstad, sum annars ikki ætlar at blanda seg ov nógv uppí arbeiðið hjá filmsleikstjóranum.

- Filmurin verður ikki ein endurfrásøgn av bókini. Heldur skal leikstjórin sleppa at skapa sína egnu søgu. Hann fær fríar teymar, tí eg hevði jú ikki dugað at gjørt hendan filmin, sigur Harstad og hyggur yvir á leikstjóran

- Og eg hevði ikki dugað at skriva bókina. Kanska er tað best, at vit bara lata Johan Harstad spæla høvuðsleiklutin, so er friður av honum, sigur Hopland skemtandi.

Í grundini stúrir leikstjórin á ongan hátt fyri møguligum ósemjum við høvundan. Hóast teir báðir framvegis kjakast nógv um filmin, eru teir rættiliga samdir um, hvat tað er, teir vilja hava fram. 



Goymdar perlur

Fyri bæði leikstjóran og rithøvundan er tað rættiliga avgerandi, at filmurin fer fram í Føroyum. Fyri Harstad er Føroyar perfekta staðið, um tú bara vilt hvørva í mjørkanum, men eisini ímyndin av tí, sum fær høvðuspersónin at ásanna, at eisini hann hevur nakað dýrabært at geva í samveruni við onnur menniskju. Og fyri Hopland eru Føroyar sum leikpallur ein burturgoymd perla fyri ein filmsleikstjóra.

- Tað undrar meg, at fleiri filmar ikki eru gjørdir í Føroyum, tá tú hugsar um, hvussu sterk visuell inntrykk tú fært her. Bæði landslagið, sól, regn og mjørki fara í øllum førum at fylla nógv í filminum, avdúkar leikstjórin.

Uttan at ljóða alt ov sjálvhátíðarligur, vónar Johan Harstad, at filmurin kann verða hansara gáva til Føroyar.

- Ikki at soleiðis at skilja, eg skal koma og geva tykkum okkurt, tit ikki hava framman undan. Eg vóni bara at filmurin onkursvegna kann endurspegla gleðina, eg upplivi við at koma til Føroyar, sigur Harstad. 



300 til jarðarferð

Ørindini hjá teimum báðum í Føroyum hesuferð, er at finna hóskandi støð at gera upptøkur og at finna føroysku sjónleikararnar, sum skulu vera við í filminum.

Júst hvussu nógvir føroyskir leikarar skulu vera við, liggur ikki fast enn. Tað einasta, Harstad og Hopland kunnu avdúka fyribils, er, at teir væntandi skulu brúka einar 300 statistar til eina jarðarferð í Saksun.

- Men vit vóna eisini at finna føroyskar leikarar til onkrar av størru leiklutunum. Og jú, teir fara nokk at tosa føroyskt í teimum førum, teir ikki tosa við onkran av hinum í filminum, har onkur er dani, amerikanari ella norðmaður, sigur leikstjórin, sum vónar, at upptøkurnar kunnu byrja longu í heyst ella í seinasta lagi til várs.

Filmurin verður skipaður sum sjónvarpsrøð í 4 pørtum, sum verður víst á NRK í 2010. Í løtuni eru eisini samráðingar við aðrar sjónvarpsstøðir – millum annað vóna teir báðir, at eisini Sjónvarp Føroya fer at senda røðina.