Føroyar vendu dystinum

Hóast tað ikki var í tráð við leikgongdina, kom Lynn University á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki vendi Føroyar dystinum og vunnu 3-1

Mikudagin spældu Føroyar fyrsta venjingardyst á venjingarleguni í Florida. Dysturin var ímóti Lynn University, og tað endaði við føroyskum sigri.
Føroyar byrjaðu dystin væl, men so við og við dovnaði spælið nakað, og nakað fyri hálvleik legði Lynn University seg fram um 1-0.
Í hálvleikinum vórðu nógvar skiftingar gjørdar, og í seinna hálvleiki gekk spælið betur.
Rasmus Nolsøe javnaði, tá ið hann skoraði beinleiðis upp á hornaspark. Rógvi Jacobsen legði Føroyar fram um, tá ið hann stútaði horna í málið. Og so var tað nýggi landsliðsspælarin Hanus Thorleifsson, sum kundi seta punktum við triðja føroyska málinum. í dystinum.


Venjingardystur, 22. februar 2006
Lynn University-Føroyar 1-3 (1-0)
1-0:
1-1: Rasmus Nolsøe
1-2: Rógvi Jacobsen
1-3: Hanus Thorleifsson
Føroyar: Jákup Mikkelsen (Bárður Johannesen, 46.)  Mortan í Hørg (Jann Ingi Petersen, 46.), Óli Johannesen (Hans Pauli Samuelsen, 75.), Atli Danielsen (Rasmus Nolsøe, 46.), Heðin á Lakjuni (Janus Joensen, 46.)  Christian Høgni Jacobsen (Hjalgrím Elttør, 60.), Jákup á Borg (Rógvi Jacobsen, 46.), Pauli Hansen (Kári Nielsen, 46.), Fróði Benjaminsen (Hanus Thorleifsson, 60.), Símun Samuelsen (Bergur Midjord, 46.)  Andrew av Fløtum (Jonhard Frederiksberg, 46.)