U?17 landsliðið í fótbólti kom sunnudagin aftur til Føroya, eftir at teir í síðstu viku luttóku í NM kappingini í Svøríki. Sum sagt í leygardagsblaðnum, so taptu teir 4?0 bæði ímóti Onglandi og Noregi.
Síðsti dysturin í bólkaspælinum var fríggjakvøldið ímóti Svøríki, sum vann 3?1. Tað hevði við sær, at Føroyar skuldu spæla um sjeynda plássið ímóti Danmark. Uppgerðin endaði 1?1, men danir vunnu sjeynda plássið í brotssparkskapping.
? Afturlítandi kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir. Vit spældu væl í 1. hálvleiki ímóti Onglandi, men í 2. hálvleiki vórðu vit orduliga settir upp á pláss. Ímóti Noregi fingu vit trý mál ímóti okkum eftir hornaspørk, sum vit einki fingu gjørt við. Fyri teinum tíggju árum síðani vísti tað seg ofta, at føroyska liðið fór niður við nakkanum, sum kappingin leið, tí kreftirnar gingu undan. Gongdin og úrslitini ímóti Svøríki og Danmark vísir, at tann tíðin er farin, heldur Bill Jacobsen, sum er venjari hjá U?17 landsliðnum.
Størsta trýstið ímóti Svøríki
Setningurin hjá svenska liðnum ímóti Føroyum var, at teir skuldu vinna í minsta lagið 5?0. So høvdu teir rokkið finaluna. Og føroyska liðið var ímóti Svøríki undir so stórum trýsti, sum teir ongantíð vóru í hinum dystunum.
? Teir komu á odda longu í 3. minutti, tá Jimmy Hellström úr IFK Norköping eftir uppspæl úr vinstru stóp púra leysur í málteiginum, men hóast teir trýstu okkum nógv og støðugt, so megnaðu okkara at halda teimum frá so nógvum uppløgdum møguleikum. Tíggju minuttir eftir stegðin øktu teir, tá vit mistu á miðvøllinum. Måns Sørensson úr Landskrona Boys fekk stikkbólt, og okkara málverji kom í millumstøðu. Tólv minuttir seinni øktu teir til 3?0. Aftur var tað Måns Sørensson, sum hesa ferð stútaði eftir innlegg úr høgru.
Bill Jacobsen heldur, at svenska liðið var ov álopssinnað, tá teir royndu at vinna stórt.
? Í staðin fyri at lokka okkara fram, so vóru teir faktiskt í 2?3?5 uppstilling, og tað bar ikki fleiri møguleikar við sær.
Føroyska liðið var um reppið at fáa mál í 12. minutti, tá Steffan Kallsø fekk stikkbólt fram ímillum og rann einsamallur ímóti svenska málinum.
? Hann hevði runnið einar fimtan metrar, áðrenn flaggið kom upp. Vit vóru ikki samdir í rangstøðudóminum.
Í yvirtíðini eydnaðist so at fáa mál. Mikkjal Hentze legði stikkbólt fram til Páll M. Joensen, sum rann frá verjuni og úr 16 metrum sendi flatt framvið málverjanum.
Ove Magnussen úr B68, sum kom á vøllin seint í 1. hálvleiki fyri skadda Boga Hermansen, varð kosin besti føroyski spælarin:
? Hann vísti sera góðan stríðsvilja og lyfti liðnum, heldur venjarin.
Á sama støði sum danir
Ímóti Danmark gekk tað sambært Bill Jacobsen javnt á.
? Teir høvdu bóltin kanska 55 prosent av tíðini, og vit vóru ongantíð niðurspældir. Úrslitið var 1?1, og tað var týðuligt, at danir vóru vónbrotnir. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi sæð eitt lið gjørt so skjótt av í umklæðingini eftir dystin, sum danska liðið gjørdi leygarmorgunin.
Danmark kom á odda í 7. minutti.
? Frederik Lassen úr Farum gjørdist púra leysur, tá hann fekk eina langa sending fram ímillum. Kanska var okkara verja ov frammarlaga í hesum førinum, og Gunnar í málinum var prísgivin, men tíbetur svaraðu okkara væl aftur.
Ofta hava føroyingar fingið mál ímóti sær í síðstu løtunum áðrenn hálvleik og í dystarenda. Men hesa ferð javnaðu Føroyar til 1?1 bara ein minutt undan hvíldini.
? Miðverjin Poul N. Poulsen steðgaði donskum álopi, so dró hann og sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann spældi eitt tvey við Páll M. Joensen og kom einar tíggju metrar fram um miðjuna. Kanska hevði hann ikki so nógvar møguleikar at spæla tá, og so valdi hann at smekka til. Talan var um dreymaskot, og bólturin smoygdi sær dygst inn undir samankomingina.
Í 2. hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar, men tað var ikki at fara skeivur av, at føroyska liðið kendi tað sum sigur, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og støðan framvegis var 1?1.
Í brotssparkskappingini, sum avgjørdi 7. plássið, endaði Danmark omaná. Tað iðraðu føroyingarnir seg um:
? Eg segði við teir, at uttan mun til, hvussu tað fór at ganga í kappingini úr ellivu metrum, so kundu vit vera ernir av avrikinum. Men aftaná iðraðu vit okkum, tí málverjin hjá okkum Gunnar Nielsen bjargaði tveimum skotum, og vit høvdu í tveimum førum møguleika at avgera brotssparkskappingina okkum til fyrimunar.
Dagsins maður á føroyska liðnum í síðsta dystinum var Poul N. Poulsen.
Ísland í finaluni
Føroyingarnir í Luleå vóru millum áskoðararnar, tá finalan ímillum Ongland og Ísland varð spæld. Ongland vann 1?0. Teir høvdu mest sum alt spælið, men tað gekk long tíð, áðren teir fingu málið.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum, og so var neyðugt við longdari leiktíð og golden goal. Í síðstu løtu í fyrra umfarinum vóru íslendingar so óhepnir, at teir gjørdu sjálvmál.
? Íslendingarnir vóru sera raskir, men teir spældu ógvuliga verjukent. Faktiskt vóru teir í 1?4?4?1 ella kanska 5?4?1 uppstilling. Maðurin frammi á vøllinum var óførur, og uppskriftin var langar sendingar til hansara.
Føroyar?Svøríki 1?3 (0?1) OBS! OBS! Hetta skal setast upp í tveimum teigum
Fríggjadagin 2. august 2002 kl. 18.00 á Björknäs vallen í Båden í Svøríki
0?1: Jimmy Hellström 3.
0?2: Måns Sørensson 50.
0?3: Måns Sørensson 62.
1?3: Poul N. Poulsen 80.
Føroyar: Gunnar Nielsen, HB ? Fritleif í Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N. Poulsen, VB, Jónas Þór Næs, HB ? Bogi Hermansen, B36 (Ove Magnussen, B68, 39.), Jóhan Petur Poulsen, B68, Emil N. Leifsson, HB, Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB (Teitur R. Joensen, Skála 64.) ? Páll M. Joensen, HB (Símun Louis Jacobsen, GÍ, 80.), Steffan Kallsø, KÍ.
Føroyar?Danmark 1?1 (1?1)
Leygardagin 3. august 2002 kl. 11.00 á Gammelstads Idrætspark í Luleå í Svøríki
0?1: Jimmy Lassen 7.
1?1: Poul N. Poulsen 39.
Føroyar: Gunnar Nielsen, HB ? Fritleif í Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N. Poulsen, VB, Jónas Þór Næs, HB ? Ove Magnussen, B68, Jóhan Petur Poulsen, B68, Emil N. Leifsson, HB, Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB (Mikkjal Hentze, B71, 56.) ? Páll M. Joensen, HB, Steffan Kallsø, KÍ.
Aðrir spælarar í ferðalagnum vóru Heini Christiansen, Skála, Kristian Mouritsen, HB, Urbanus Olsen, KÍ, Teitur R. Joensen, Skála, Símun Louis Jacobsen, GÍ, Bogi Hermansen, B36
i