Í ársfrágreiðingini hjá Landslæknan gjørdi landslæknin vart við, at tilburðirnir av klamydia er nógv fleiri í ár enn undanfarin ár.
261 nýggir tilburðir av klamydia blivu skrásettir í fjør. Hetta er yvir 100 fleiri enn tað vórðu skrásettir í fjør, skrivar Lars Fodgaard Møllern, landslækni, í ársfrágreiðingini.
- Hetta er fyrst og fremst eitt tekin um, at føroyingar ikki eru nóg raskir at brúka hít, sigur landslæknin.
Klamydia í sjálvum sær er ikki ein álvarsom sjúka. Kvinnur kunnu tó gerast ófruktbarar, um tær ikki fáa viðgerð fyri sjúkuna.
- Vandin er, at ein fær aðrar, álvarsamari kynssjúkur, um ein hevur óvarda samlegu við onnur, sigur landslæknin, og vísir til kynssjúkur sym HIV og syfilis. Tíbetur er langt ímillum, at tær sjúkurnar eru staðfestar í Føroyum. Seinastu 21 árini er ein tilburður av syfilis staðfestur, meðan ein nýggjur tilburður hevur verið seinastu 15 árini. Tað var í 2016.
Fyrsti tilburðurin av HIV í Føroyum var staðfestur í 1986, og fyrsti tilburður av AIDS í 1989. Síðani eru fimm menn og tríggjar kvinnur deyðar av AIDS.
Lars Fodgaard Møllern væntar, at tað eru væl fleiri, sum hava klamydia uttan at vita tað, serliga menn.
- Kvinnur eru raskari at lata seg kanna, umframt at tær verða kannaðar fyri kynssjúkur í samband við aðrar undirlívskanningar. Menn eru tíverri nógv trekari at fara til lækna og lata seg kanna. Teir fáa sjáldnari sjúkueyðkenni, samstundis sum teir ikki eru í vanda fyri at gerast ófruktbarir av sjúkuni. Kanska teir rætt og slætt leggja minni í, um teir eru smittaðir, sigur hann.
Hann heitir tí á fólk um at fara og lata seg kanna, og eisini minnast til at siga sínum seksuellu partnarum frá, um tey skuldu havt sjúkuna.
- So er neyðugt at seta seg í samband við tey, ein hevur verið saman við, og biðja tey lata seg kanna eisini, sigur hann.
Nógv fleiri lata seg kanna nú enn undanfarin ár, men landslæknin sigur, at tað ikki kann greiða frá, hví so nógv fleiri hava klamydia í dag enn áður.
- Ein møguleiki er, at onkur av nógvu ferðafólkunum, sum koma til Føroya hvørt ár, hava sjúkuna við sær. Tey kunnu eisini bera aðrar sjúkur, sum vit annars ikki hava. Líkamikið hvør orsøkin er, so er besta verjan at minnast til at nýta hít, um tú hevur fleiri seksuellar partnarar, sigur landslæknin.