51 ára gamli føroyingurin Martin Zachariasen er í dag kunngjørdur sum nýggjur rektari í IT-universitetinum í Keypmannahavn. Tað boðar skúlin frá á heimasíðu síni.
- Sum KT-serfrøðingur og við drúgvum royndum innan leiðsla frá universitetsheiminum er tað eitt dreymastarv hjá mær at blíva rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, sigur Martin Zachariasen millum annað við heimasíðuna hjá skúlanum.
Martin Zachariasen hevur tjúgu ára royndir við gransking og útbúgving á universitetsstigi, og hevur verið leiðari í tíggju ár – seinast sum dekanur í Náttúruvísindadeildini á Syddansk Universitet og limur í stjórnini hjá universitetinum, skrivar heimasíðan um nýggja rektaran.
ITU bleiv stovnað í 1999 og er fremsta universitet í Danmark innan KT-gransking og KT-útbúgvingar. 330 starvsfólk starvast á skúlanum, har 2300 lesandi hava sína dagligu gongd. Martin Zachariasen er professari í teldufrøði og dekanur Syddansk Universitet, men yrkisleiðin hjá honum byrjaði á Fróðskaparsetur Føroya, har hann bleiv bachelor í teldufrøði. Í 1991 flutti hann til Keypmannahavnar, har hann síðan hevur fingið eina kandidat í teldufrøði frá Københavns Universitet og eina ph.d. og doktaraheiti frá Datalogisk Insitut í Københavns Universitet.
Nýggi rektarin tekur við starvinum 1. januar 2019.