Framsýningin "Føroysk Nútíðarlist" sæst nú í Akureyri. 23. januar byrjaði sýningin og heldur hon fram til 28. februar.
Í samband við sýningina handaði Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, savnstjóranum á Akureyri, Haraldi Inga Haraldsson, eina bókagávu um føroyska list. Millum annað bókina um Ingálv av Reyni.
Framsýningin var fyrst í Reykjavík á Kjarvalstaðið og er nú á Akureyri.
13 føroysk listafólk eru umboðað. Astrid Andreasen, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Amariel Norðoy, Hans Pauli Olsen, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Guðrið Poulsen, Ingálvur av Reyni, Kári Sveinsson og Tita Vinter.
Rithøvundurin Gunnar Hoydl hevur í sýningarskránni hugleiðing um føroyska list.
Sagt verður, at sýningin er umboðandi og at her er møguleiki at síggja nakað av tí, ið rørist í føroyska listalívinum í løtuni.