Føroyingarnir í FC Amager sleppa framat

Nú tað ikki gongur eftir vild fíggjarliga í FC Amager, og felagið ikki hevur ráð til leikarar, ið kundu lyft felagið, so sær Todi Jónsson, stjóri, okkurt positivt hóast alt, tí nú sleppa føroysku leikararnir at spæla

FC Amager hevur fíggjarligar trupulleikar, men tað er framvegis eitt, ið Todi Jónsson er fegin um.

- Tað positiva við føroyskum eygum er, at nú sleppa føroysku leikararnir í felagnum framat. Erling Jacobsen og Páll Klettskarð spæla fast inni og Hans Jørgensen er eykamálmaður, greiðir Todi Jónsson frá.

Spurdur um hetta ikki bara er tí, at felagið ikki megnar at fáa betri leikarar, so er Todi Jónsson ikki mjúkur.

- Sigur tú, at leikararnir eru vánaligir. Hesir eru av betri kvaliteti enn føroyska landsliðið, og tað skalt tú ikki blanda uppi. Hetta eru leikarar, vit veruliga trúgva upp á, og tað er gott, at teir fáa møguleikan í felagnum, tí hetta kann hækka støðið á landsliðnum, sigur Todi Jónsson. Samstundis vísir hann á, at føroyska landsliðið kann gerast betri við hesum leikarunum.