Føroyingur kannar nyttuna í heilivági

Betty Lómstein Pedersen vardi 9. juni ph. d. ritgerð, har málið hevur verið at koma longri á vegnum at finna fram til, hvussu heiligvágur betri kann koma til sín rætt

Jóannes Hansen


Tað er av stórum týdningi, at tað verður granskað. Hesa vendingina hevur tað aftur og aftur verið tikið til. Seinast hoyrdu vit hana, tá ráðstevnan um gransking í sambandi við fiskivinnuna var í Norðurlandahúsinum.

At føroyingar ikki standa aftanfyri onnur, tá tað ræður um at granska, verður aftur og aftur staðfest. Og nú hava vit aftur fingið hetta staðfest.

Fríggjadagin 9. juni vardi Betty Lómstein Pedersen, sum er ættað av Toftum og býr í Glostrup, ph.d ritgerðina hjá sær. Tað gjørdi hon á farmaseutiska instituttinum á farmaseutiska háskúlanum í Keypmannahavn.

Heitið á ritgerðini var Gastrointestinale væskers rolle for opløsning af tungtopløselige lægemiddelstoffer.

Heitið tykist tungt og torskilt, men setningurin er sera áhugaverdur, og hann er serliga áhugaverdur hjá heilivágsídnaðinum. Hjá teimum hevur tað stóran týdning at skilja og fáa innlit í, hvussu evnini, ið eru tungt upploysilig, skikka sær í sambandi við heilivág og harvið ávirkanina, sum heilivágurin hevur. Heilivágurin skal jú upploysast í tarmunum fyri at fara í blóðið og harvið hava tað árinið, sum hann er ætlaður til.

Trupulleikin við tungt upploysiligu evnunum er, at tey kunnu fara útaftur, uttan at tey eru upployst. Tað hevur tað fyri heilivágin óhepnu avleiðing, at árinið verður minni, enn tað kanska varð roknað við, ella at árinið verður minni støðugt, enn tað hevði verið ynskiligt.


Málið

Betty Lómstein Pedersen varð studentur í fyrsta árganginum við Gøtugjógv. Tað var í 1985. Í januar í 1993 leyk hon farmaseutiskt embætisprógv í Keypmannahavn, og í 1995 fór hon undir granskingararbeiðið. Málið hjá henni var partvís at fáa eina størri fatan av, hvussu evni verða upployst í sevjunum í magatarmunum, og partvís at finna fram til onkra kunstiga sevju, sum kann brúkast í royndarrúmum.

Betty sær sítt arbeiði sum eitt klípi afturat tí nógva kanningarvirkseminum, sum gongur fyri seg í t.d. USA, Svøríki og Týskalandi, og hon hevur í ritgerðini víst á fleiri onnur øki, enn tey, sum hon hevur arbeitt við, og sum hava týdning fyri heildarfatanina av spurninginum.


Mátin

Burtursæð frá einum ári, tá hon var burturfrá í barnsburðarfarloyvi, hevur Betty Lómstein Pedersen síðani í 1995 og fram til í summar arbeitt á Instituttinum fyri Farmaci í Keypmannahavn.

Arbeiðið hevur m.a. fevnt um at kanna, hvussu skjótt tungtupploysilig evni upploysast ella, hvussu væl tey upploysast. Hetta er gjørt við at brúka tvey so kallað modelevni og við at nýta magatarmsevjur frá menniskjanum og kunstigar magatarmsevjur.


Úrslitini

Eftir at hava arbeitt í fýra ár við stóra og spennandi spurninginum, vardi Betty Lómstein Pedersen 9. juni ritgerðina, sum hon hevur latið úr hondum.

Ein av niðurstøðunum var, at gallið hevur stórt árin á gongdina í upploysingini. Tá maturin fer úr maganum og sodningin skal halda fram, verður maturin blandaður við gallið. Saman við galli og sevju frá búkspýtskertlinum fer stór niðurbróting av t.d. feitti fram. Gallmongdin er óstøðug. Betty hevur í ritgerðini víst á, at fyri tungtupploysilig evni hevur gallið serliga nógv at siga.

Eitt annað av úrslitunum hevur verið, at Betty er komin við uppskotum um kunstigar sevjur, sum kunnu brúkast at kanna upploysingsgongdina og upploysningsferðina hjá evnum í nýggjum heilivágum.

Ein niðurstøða var, at hon heldur tað vera týdningarmikið at halda fram við systematiseringini av evnum. Í sínum arbeiði hevur Betty, sum omanfyri nevnt, brúkt tvey evni. Hon heldur, at tað er neyðugt at gera kanningar við nógv fleiri ymiskum evnum.


Altjóða kent

Tá Betty Lómstein Pedersen vardi ritgerðina, vóru opponentarnir tríggir í tali. Sjálvsagt er tað felags fyri teir, at teir hava ph.d. heiti, og at teir hava fingist nógv við spurningin, sum Betty Lómstein Pedersen nú hevur fingist við og skrivað ritgerð um.

Ein tann størsti kapasiteturin á økinum eitur J. B. Dressman. Hon er ættað úr Australia, og hon arbeiðir í Frankfurt. Hon var ein av opponentunum. Ein annar var sviin Bertil Abrahamsson, sum arbeiðir hjá kendu heilivágsfyritøkuni AstraZeneca (áður vóru Astra og Zeneca kappingarneytar, men nú eru tær ein og sama fyritøka). Síðsti opponenturin var Sven Frøkjær, sum er professari á farmaseutiska háskúlanum í Keypmannahavn.

Ritgerðin var góðkend, og tað stendur Betty Lómstein Pedersen nú í boði at halda fram at granska, samstundis sum henni stendur í boði at undirvísa teimum, sum lesa á instituttinum í Keypmannahavn.

At áhugin fyri evninum er stórur sæst eisini av, at tað hava verið fleiri, sum hava verið forvitin eftir at frætta, hvat tað er, sum Betty hevur fingist við. Tríggjar ferðir hevur hon luttikið á ráðstevnum, har hesin stóri og viðkomandi spurningurin hjá ikki minst heilivágsídnaðinum hevur verið viðgjørdur. Ein av ráðstevnunum var í París, ein onnur í Berlin, og so var Betty eina ferð í New Orleans í USA.

Í sambandi við granskingararbeiðið var hon eitt stutt skifti í Uppsala í Svøríki, har hon gjørdi royndir í samarbeiði við svenskar granskarar.

Eftir at hon í 1993 var liðug at lesa, arbeiddi Betty í eitt ár á Løvens Kemiske fabrik. Tey, sum hava kannað omanfyri nevnda spurning, fáa ofta starv í heilivágsídnaðinum. Men Betty hevur í fyrstu atløgu ikki tikið aðrar avgerðir um framtíðar arbeiði, enn at hon ætlar at taka av tilboðnum um starv í hálvt annað ár, sum hon hevur fingið frá instituttinum, har hon bæði hevur verið studentur og ph. d. kandidatur.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking