Gullmappurnar, ella ‘Golden Maps’, er heitið á myndamappum, sum ferðast runt umvegis teldupostar á internetinum júst nú. Myndir av naknum ella lættkløddum føroyskum konufólkum í aldursbólkinum frá 16 til 26 ár, sum nakrir føroyskir dreingir hava skavað saman í eina mappu. Myndirnar hava teir sent runt til fleiri vinmenn, sum hava sent víðari til sínar vinmenn. Út við 80 myndir av fleiri føroyskum konufólkum í alt.
Politistøðin í Havn veit um myndirnar. Málið er meldað og undir viðgerð.
Upprunin til myndirnar eru ymiskar. Summar hava helst sent privatar myndir sum eina fitta heilsan til sín unnasta, og aðrar myndir eru á internetinum frammanundan. Summar gentur eru fullkomiliga naknar, aðrar eru í undirklæðum, og onkrar myndir eru av føroyskum gentum í býarlívinum.
Sosialurin veit um fleiri gentur, sum kenna seg misnýttar og ærumeiddar.
Lætt at finna fram
Dátueftirlitið umsitur persónsupplýsingarlógina og kunngerðirnar, sum hoyra til persónsupplýsingarlógina. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, kennir ikki ítøkiliga til hesar myndamappurnar. Hon leggur hinvegin áherðslu á, at tað er væl møguligt at steðga slíkum.
- Tað vísir seg at vera lættari at finna fram til persónar, sum hava sent slíkar teldupostar, enn dulnevnd fólk á almennum heimasíðum, sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum ikki kann gera ítøkiligar viðmerkingar til hetta málið. Hon veit lítið og einki um tað.
Ein av fremstu avbjóðingunum hjá Dátueftirlitinum er at læra føroyingar góðan fólkaskikk á netinum.
Vindur upp á seg
Trupulleikin, at føroyskar gentur verða misnýttar á alnetinum, veksur støðugt í Føroyum. Tað eru fleiri dømi um tannáringar, sum verða lokkað at lata seg úr klæðunum framman fyri vevmyndatólinum. Sosialurin hevur seinasta árið skrivað um fleiri hendingar, har føroyskar gentur eru komnar illa fyri á alnetinum.
Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar frá føroyingum, sum kæra sína neyð, tí tey eru útspilt, happað víst fram og annað á internetinum.
“Golden Maps” er aftur eitt dømi, hvussu náðileyt og ódámligt internetið kann vera.