Soleiðis tekur ein av royndastu ungdómsvenjarum í Føroyum til, tá vit spyrja hann, hví so fáir føroyskir venjarar eru at finna í 1.deild. Annfinn Danielsen metir, at føroyskir venjarar eru fult á hædd við teir útlendsku, men stóri trupulleikin er, at tað er ikki eins stór virðing fyri teirra arbeiði, sum hjá teimum útlendsku venjarunum.
? Tað er eindømi í føroyskum fótbólti, at føroyskir venjarar fáa boðið fulltíðarstarv úti í feløgunum. Hetta má vera eitt minsta krav hjá føroysku venjarunum, tí teirra útlendsku starvsfelagar hava fulltíðarvenjarastarv, og tað sigur mær so mikið, at virðingin fyri arbeiðnum hjá føroysku venjarunum ikki er eins nógv, sum hjá útlendsku venjarunum, sigur Annfinn Danielsen
Rákið seinastu mongu árini hevur verið, at fleiri og fleiri útlendingar hava staðið á odda fyri 1.deildarfeløgunum. Okkurt árið hava útlendingarnir verið í meiriluta, og nú bólkaspælið í steypakappingini byrjar leygardagin, eru útlendingar at finna í fimm av í alt tíggju venjarastørvunum í 1.deildarfeløgunum.
Føroyska íkastið í 1.deild í ár mynda Jógvan Martin Olsen, Jan Joensen, Petur Mohr, Jens Erik Rasmussen og Johan Nielsen.
FSF nýtt nógvar pengar
Fótboltssambandið hevur nýtt nógvan pening til at útbúna føroyskar fótbóltsvenjarar. Í 2001 vóru tað níggju føroyingar, sum tóku elitu venjaraskeiðið. Fleiri av venjarunum, sum tóku elitu venjaraskeiðið í 2001 tóku eisini FSF-venjararskeiðið í 1995. Elitu venjaraskeiðið frá 2001 er mest krevjandi venjara útbúgvingin nakrantíð fyriskipað í Føroyum.
Teir sum tóku elitu venjaraskeiðið vóru: Jógvan Martin Olsen, Mourits Foldbo, Johan Nielsen, Petur Simonsen, Trúgvi Mortensen, Eli Hentze, Mattias Davidsen, Petur Mohr og Annfinn Danielsen.
Av hesum eru bert tríggjir, ið eru høvuðsvenjarar hjá 1.deildarfeløgum, og tað kann tykjast heldur lítið, tá FSF hevur lagt so nógv fyri at útbúgva føroyskar venjarar. Johan Nielsen er einasti venjarin, ið hevur verið 1.deildarvenjari yvir fleiri ár, meðan flestu av hinum elitu-venjarunum eru bert at síggja av og á sum 1.deildarvenjarar. Spurningurin kann tí setast við, um tað er nøktandi, at teir ikki luttaka meir í elitu menningini av føroyskum fótbólti. Fleiri teirra hava gjørt eitt risa ungdómsarbeiði, men tað haltar, tá vit tosa um menning av fremstu leikararunum.
At vera venjari er ikki nakað trygt starv. Í fjør skiftu fimm feløg í 1.deild venjara ígjøgnum kappingarárið. Flestu av venjarunum, ið hava elitu-venjaraútbúgvingina, eru á arbeiðsmarknaðinum og hava eina trygga inntøku. Tað kann tí tykjast hættisligt at taka eitt venjarastarv, tá starvið er so ótrygt.
Útlendingar staðið seg best
Tað er onki at ivast í, at útlendsku venjararnir hava sett sín dám á føroyskan fótbólt seinastu mongu árini. Hyggja vit burtur frá Jóannes Jakobsen og Kára Nielsen, sum tóku um endan hjá HB í fjør, so hevur felagið, ið hevur vunnið meistaraheitið, havt útlendskan venjara, síðan 1995. Tað árið vann Johan Nielsen sítt triðja meistaraheitið við gøtumonnum.
Í 1996 vann Páll Guðlaugsson við GÍ, Tomislav Sivic í 97 við B36, Ion Geolgau við HB í 1998, Tony Paris við KÍ í 1999, Krzystof Popczynski við VB í 2000, 2001 Piotr Krakowski við B36 og meistaraheitið í fjør hjá HB hevði útlendskt íslett við Ion Geolgau.
Annfinn Danielsen ásannar eisini, at fleiri útlendskir venjarar hava gjørt eitt gott arbeiðið, men vísur á, at fleiri feløg hava brent seg dyggiliga við útlendskum venjarunum.
? Útlendsku venjararnir arbeiða bara eftir einum úrsliti í 1.deild. Arbeiðið hjá teimum er tí merkt av at vera stutt siktað. Teir føroysku venjararnir arbeiða nógv meir langsiktað, og tí er ikki heilt rætt at samanbera úrslitini hjá einum útlendingi og einum føroyingi Tað er eisini ov lætt at siga, at teir hava havt tey bestu úrslitini, tí fleiri førum hava teir havt helvtina av landsliðnum at arbeitt við, greiðir Annfinn frá.
Føroysku venjararnir kenna nógv betri til føroysk viðurskiftið, menniskjaliga viðfer, røktan av yngri leikarum og sosial viðurskiftið annars. Á hesum økjum hava føroysku feløgini fleiri ferðir brent seg illa. Annfinn nevnir KÍ sum dømi:
? Hóast Tomislav Sivic hevði góð úrslit at vísa á í B36, so fall hann slett ikki til í Klaksvík. Hann arbeiddi bara eftir einum meistaraheitið í B36, men í Klaksvík var støðan ein heilt onnur. Hann skuldi byggja eitt nýtt lið upp, og hetta var nakað heilt annað enn hann var vanur við í B36, og hann megnaði tí ikki uppgávuna, fortelur Annfinn Danielsen um fyrrverandi KÍ-venjaran.
Føroyskur fótbóltur er nógv broyttur, síðan peningur kom inn. Feløgini nýta nógvar pengar til leikarar, og tí verður ofta minnið peningur til venjarastarvið. Flestu feløgini royna tí, sambært Annfinni, at finna útlendingar, sum eru leikandi venjarar, so feløgini fáa so stórt útbýtið úr íløgunum sum gjørligt. Hetta rák, heldur Annfinn vera sera keðiligt fyri føroyskan fótbólt, og í longdini verða tað teir ungu leikararnir, sum koma at sita við sviðið soð. Hann metir tí tað vera av stórum týdningi, at tað eru føroyskir venjarar til føroyskar leikarar.
- Hyggja vit eftir í Danmark, so eru tað danskir venjarar, sum standa á odda fyri flestu superligafeløgum, tí danskarar meta, at teir sjálvir kenna betur sínar egnu fótboltsspælarar enn útlendingarnir. Hesum áttu vit at gjørt teimum eftir, sigur Annfinn Danielsen.
Nógvir eldri leikarar
Eitt annað rák, ið hevur tikið seg upp í føroyskum fótbólti er, at fleiri og fleiri fyrrverandi toppleikarar gerast venjarar úti í feløgunum, hóast teir onga venjaraútbúgving hava. Dømi um hetta hava vit í Jóannes Jakobsen, Kurt Mørkøre, Jan Joensen og Jens Erik Rasmussen og Jón Johannesen. Annfinn Danielsen heldur hetta er ein hættislig gongd.
? Handa gongdin er skilaleys, og hatta fer at koma feløgunum aftur um brekku, tí hesir eru hava onga bakgrund innan venjarastarvið, og tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri feløgini.
Fyri at hesir kunnu vera til størri gagn í føroyskum fótbólti, og fyri at vera við í mennningini av føroyskum fótbólti, hevði tað verið skilagott, um hesir tóku nøkur skeið innan fótbóltsvenjing. Tað krevur eina grundvitan um venjing at standa á odda fyri 1.deildarfeløgum, og við skúling høvdu vit fingið nógv meir buturúr hesum fyrrverandi toppleikarum, tí teir hava drúgvar royndir innan fótbóltin, sigur Annfinn Danielsen at enda.