Føroysk hjálp til Uganda

Endamálið hjá heiminum Jajja er at hjálpa so nógvum børnum sum gjørligt og at stovna líknandi tiltøk í Uganda fyri lágan kostnað. Peningurin, sum verður savnaður hesa vikuna, fer til Uganda. Við at ringja 905600 kanst tú stuðla tiltakinum við 100 krónum. Heimið Jajja, Kampala, er eitt serligt kristiligt átak, ið hevur til endamáls at minka um árinið av HIV & AIDS á børn við at veita læknaligar metingar, umsorgan og viðgerð av sjúkum børnum, ráðgeving og andaliga vegleiðing, ráðgeving um kostvanar, persónligan stuðul, og við at læra tey okkurt handaligt umframt at stuðla teimum við stuttleika og spæli.

Matur, klæðir og innivist verdur eisini veitt eftir tørvi. Heimið Jajja varð innstillað til ?best practice? av bædi UNAIDS og ?Økisráðnum fyri góðsku? í 2003.

Heimið er í Kagando Sjúkrahúsinum í Kasese økinum. Har eru 220 seingjarpláss. Sjúkrahúsið varð stovnað í 1965 stuðlað av ?Africa Inland Mission?. Verkætlanin verður framd í samstarvi við fólk á staðnum, sum hjálpa við mati og drekka, og sum eisini eru tøk sum sjálvboðin arbeiðsmegi

Verkætlanin veitir dagliga hjálp til foreldraleys við:

at veita teimum heildarhjálp ? likamliga, sálarliga, samfelagsliga og andaliga.

at læra sjúkrahjálparar og onnur hjálparfólk at veita AIDS-sjúklingum læknahjálp.

Væntandi úrslit:

At hjálpa 80-100 børnum í senn. Tá børnini hava verið í verkætlanini í tvey ár, verða nøkur teirra flutt, tí teirra tørvur er nøktaður, fyri at loyva nýggjum børnum inn.

24 sjálvboðin úr økinum verða upplærd til at hjálpa sjúkum børnum til framhaldandi menning .

Starvsfólk á sjúkrahúsinum fáa meira venjing og royndir í at veita AIDS-raktum børnum sjúkrahjálp.

Tad gerst lættari at finna sjúk og Foreldraleys børn og at vísa til sjúkrahús.