Annan jóladag klokkan 14 verður guðstænasta í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. DR P1 sendir guðstænastuna sama dag kl. 17. Hesi jólini eru liðin 103 ár síðani føroyingar fóru at halda regluligar guðstænastur í Keypmannahavn. Í mong ár hevur guðstænastan 2. jóladag verið tann, ið savnar flestar føroyingar.
Danmarks Radio fór undir at senda føroysku jólaguðstænastuna í 1938 ? fyrstu ferð úr Christiansborg Slotskirkju.
Sum siður er við hesar jólaguðstænastunar, luttekur Húsakórið, undir leiðslu av Tórða á Brúnni, við eyðkendum føroyskum jólaløgum, og Agnar Lamhauge fer at tulka eitt gamalt føroyskt sálmalag.
Bergur Jacobsen prestur fer í prædiku síni at tulka jólaboðskapin inn í nútíðina, og høvið verður til at geva eina peningagávu til arbeiði millum útisetar í Keypmannahavn.
Jólaguðstænastan í ár er søgulig á tann hátt, at føroyska og danska fólkakirkjan, nú eru hvør sín kirkja, men tó, sum sagt verður í apostólsku trúarjáttanini, partur av hini teirri heilagu heimsumfatandi (almennu) kirkjuni.
Aftaná guðstænastuna verður boðið til samveru í kryptini.
Føroyingar kring allan heim fáa eisini høvið at hoyra hesa guðstænastuna. Tað kann gerast umvegis alnetið undir DR.P1/.