Føroysk KT-fólk á vitjan hjá Scotland Yard

Nevndin fyri LandsNet var á kunningarferð í London í vikuni. Endamálið við ferðini var at fáa innlit í KT-fyrisitingina á Scotland Yard. Nevndin er mannað við brúkarum av LandsNeti, sum eru

starvsfólk úr ymsum ráðum og stovnum í miðfyrisitingini. Á kunningarfundinum, sum Føroyska Sendistovan í London hevði fingið í lag, slapp nevndin á tal við Ailsa Beaton, ið er kunningarstjóri og fremsti kunningarfulltrúði í stýrinum hjá Metropolitan Police Service.

Nevndin varð kunnað um, hvussu Scotland Yard hevur skipað síni viðurskifti innan KT-fyrisiting (IT governance), og føroyska nevndin fekk eisini innlit í, hvussu Scotland Yard hevur implementerað sínar KT-loysnir.

?Vitjanin er viðkomandi fyri framtíðar samskipanina av KT-fyrisitingini í miðfyrisitingini, tí Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við at menna eitt felags infrakervi, sum skal vera grundarlag hjá allari fyrisitingini.