Føroysk list stendur á einum vegamóti

- Ung myndlistafólk eru meira altjóðagjørd, og tí snýr tað seg eisini um at finna útav, hvør nýggi samleikin hjá føroyskari list er, sigur nevndarlimur í Føroysk Myndlistafólk, Jón Sonni Jensen, sum heldur, at listafólk í Føroyum hava uppiborið munandi betri viðurskifti

- Vit mangla ungar aktørar, sum bróta upp úr nýggjum og blíva við at kveikja eina framtíð fyri føroyska list.

Tað sigur Jón Sonni Jensen, nevndarlimur í felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum umboðar yrkismyndlistafólk í Føroyum. Hóast myndlist er høgt í metum í Føroyum, kann tað ofta vera trupult hjá nýggjum og ungum listafólkum at blíva viðurkend í almenna rúminum, sigur hann.

- Vit standa á einum vegamóti í føroyskari list, har vit hava nógv ung fólk, ið gera list, sum ofta ikki er í tráð við siðbundnu og tjóðskaparligu listina, sum vit plaga at síggja í Føroyum, sigur Jón Sonni Jensen og sipar til eitt nú landslagsmálningarnar. 

- Ung myndlistafólk eru meira altjóðagjørd, og tí snýr tað seg eisini um at finna útav, hvør nýggi samleikin hjá føroyskari list er. Tann gamli samleikin hevur verið, og um mann so avgjørt vil halda fast í siðbundnu listini, so missir mann frælsið hjá øllum listafólkum at menna føroysku fatanina av list, sigur hann.

Pláss fyri betringum

Fyri at føroysk list skal mennast er sjálvsagt neyðugt, at yngra ættarliðið tekur við so hvørt. Men tað krevur onkursvegna dirvi frá teimum ungu, tí yrkislistaleiðin er eyðkend fyri at vera óstøðug og óviss. 

- Tað eru fá fólk, sum hætta sær at fara út í vinnuna, tí hon er so fíggjarliga óstøðug. Tað er tað, sum ger lívið hjá listafólkum eitt sindur trupult, sigur Jón Sonni Jensen.

Felagið Føroysk Myndlistafólk meinar tí, at umstøðurnar hjá myndlistafólkum í Føroyum eiga at blíva munandi betri, enn tær eru í dag.

- Tað er absolutt pláss fyri betringum. Orsakað av at umstøðurnar ikki eru tær bestu, sum nú er, so arbeiða vit við øllum alvi við at betra um umstøðurnar hjá listafólkum. Men tað er eitt striltið arbeiðið, sum tekur nógva tíð.

Nógvar útreiðslur gera tað trupult

Sum nú er stuðla land og kommunur listafólkum og listaverkætlanum í ein ávísan mun fyri at geva summum listafólkum størri fíggjarligt rásarúm. Eitt nú ber til hjá listafólkum at søkja um starvsløn og listafólkaløn frá Mentanargrunninum á hvørjum ári.

Hóast hetta hjá nógvum er at fegnast um, so strekkir tað bara ikki altíð til, merkja tey í Føroysk Myndlistafólk.

- Starvslønirnar til listafólk verða útgoldnar sum A-inntøka. Lønin er longu skattað, áðrenn vit fáa pengarnar, og so skulu vit gjalda egnar útreiðslur aftrat tí, sigur hann og sipar til eitt nú atelierleigu, flutning og tilfar.

Jón Sonni samanber við viðurskiftini á vanligum almennum arbeiðsplássum.

- Tá mann fær eina starvsløn, so eru tað jú almennir pengar, sum merkir, at mann er, í gásareygum, “alment ansettur”, so leingi mann brúkar teir pengarnar til rætta endamálið. Men flest øll alment ansett hava nakrar ágóðar, tá tey fara til arbeiðis. Tey hava kanska eitt kontór, telefon, pensión, bil og øll tey amboðini, sum annars fylgja við, fyri at tey kunnu gera sítt arbeiði. Slíkar sømdir hava listafólk ikki, tí har verða pengarnir drignir frá áðrenn.

- Starvslønirnar skuldu tí heldur verið skipaðar sum B-inntøka, so mann sær einstøk listafólk sum einstaklingavirki, sigur hann.

- Listafólk skulu ikki hugsa um keyparan

Umframt manglandi hølismøguleikar arbeiðir felagið Føroysk Myndlistafólk eisini við at betra um og effektivisera almennu fíggingina av føroyskum listaverkætlanum.

- Uppá hendan mátan kann mann lata slúsurnar upp fyri einum nógv meira eksperimentellum og mennandi listarligum samleika, tí so er mann longu betaldur fyri tað arbeiðið, mann ger. Í staðin fyri at mann ger alt arbeiðið og síðani skal dúva uppá at selja tað til onkran. Hetta ger tað, at listin verður kroyst upp í ein reint kommersiellan krók, og tað vildi verið sera harmiligt, sigur Jón Sonni Jensen.

- Meiningin við list og sølu av list kann ikki vera tað, at listafólkið skal hugsa um keyparan fyrst og fremst. Um listafólk skulu hugsa um ein stovuvegg, minkar eitt frælsi beinanvegin. Men um mann frá almennari síðu arbeiddi meira við at betra um umstøðurnar hjá listafólkum, vildi tað gagnað frælsinum hjá teimum og harvið eisini frælsinum hjá føroysku mentanini at menna seg. Nógv góð og stór stig eru tikin frá almennari síðu tey seinastu árini, men enn er langt á mál.