Framsýningin á Den Frie lat upp 4. apríl og er opin til 18. apríl.
Listafelag Føroya, stovnað í 1941 av útisetum í Keypmannahavn, hevur áður skipað fyri slíkum framsýningum í Keypmannahavn. Í 1955 meinti felagið, at stundin var komin til at skipa fyri listaframsýning uttanfyri landoddarnar, eftir at føroysk list hevði ment seg, síðani fyrst í øldini og føroysk listafólk í 30'unum høvdu fingið sær útbúgving og havt týdning fyri mentanarlívið í Føroyum eftir kríggið.
Framsýningin í 1955 á Den Frie varð gjørd í samstarvi við Dansk-Færøsk Kulturfond, og var hetta fyrsta stóra sýning av føroyskari myndlist uttanfyri landoddarnar.
Tey, ið minnast hetta, siga, at heildarmyndin var heldur samansett. Málningar, ið hóskaðu væl í hølunum hjá "Tórshavn Afholdsforening", kendust heldur lítlir á stóru veggunum á Den Frie.
Aksel Jørgensen segði tó, at " I det nordiske kunstfysiognomi er kommet et nyt træk, som uddyber fælleskarakteren".
Í 1976 var aftur ein væleydnað framsýning í Den Frie og í 1986 skipaði Lise Funder fyri framsýningini Færøsk Kunst í Nikolaj í Keypmannahavn, í sambandi við Føroyar í Fokus. Hetta var ein framsýning, ið bert hevði samtíðar listina við.
Bárður Jákupsson, stjóri á Listasavnið Føroya, sigur í listaskránni, at Listafelagið nú aftur metir hóskandi at skipa fyri framsýning á Den Frie. Mikines sýndi fram har við Decembristerne, ein sýning við Mikines var í 1990, og Ingálvur av Reyni er javnan umboðaður saman við Kammeraterne.
Føroysku listafólkini , ið eru umboðað hesaferð eru:
Andrias Andreassen, Astrid Andreassen, Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Øssur Johanness
en, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Anker Mortensen, Marita Nattestad, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Hans Pauli Olsen, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Ova, Tróndur Patursson, Vígdis Petersen, Guðrið Poulsen, Jóna Rasmussen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni, Kári Svensson, Tummas Jákup Thomsen, Tita Vinther